Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 62
66
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638
Kongur hevur fingið úr 14 upp í 51% av
hvalatalinum í einstøku grindunum.
Miðalvirði av 528 seldum kongshvalum
í tíðarskeiðinum 1588-1638 var 38.2 skinn.
Sølan av kongshvalum á Skálafirði 1588
hevur tí ligið beint undir miðal, og vit fáa
upp aftur hægri miðalvirði í teimum ein-
støku grindunum, heilt upp í 50 skinn í
miðal fyri teir 8 hvalirnar, sum seldir vórðu
íHvalvík 1600.
Miðalvirði á kongshvalunum kann so-
statt við vissu sigast at liggja fleiri ferðir
hægri enn tann grindameting, vit kenna nú
á đøgum.
Miðalvirði í grindini
Tað mesta, kongur kann fáa burtur úr eini
grind, er allan jarðarhvalin (45% av allari
grindini) + 1/4 av tíggjundini (2,5%) =
47,5%. Hetta átti hann at fingið á Oyri, har
øll jørðin er kongs, men í 1628 hevur hann
einans tikið 40% av hvalatalinum har, ella 2
hvalir ov lítið. Norðuri í Vági hevur hann í
1615 afturfyri tikið heili 51% av hvalatalin-
um, ella einar 7 hvalir fleiri, enn hann á
nakran hátt kundi hava rætt til. Hetta bendir
á, sum rímiligt er, at tað er hvalavirði, teir
hava roynt at býtt, heldur enn hvalatalið.
I øllum grindum kenna vit tað peninga-
virði, kongur hevur fingið burtur úr grind-
ini. I nærum øllum grindum kenna vit saml-
aða hvalatalið í grindini. Um vit eisini vita,
hvussu stóran part av jarðarhvalinum,
kongur hevur havt rætt til, ber til at rokna
seg fram til samlaða virði í tí einstøku
grindini, og síðan miðalvirði av hvalunum.
Hesar útrokningar verða fyri hvørja hval-
vág sær gjørdar í Appendix, sum víst verð-
ur til.
Kanningin av hvalvágunum bendir á, at
hvalvágirnar hava ikki verið lagdar saman í
tíðarskeiðinum 1584-1638. Jarðarhvalur
hevur verið tikin av markatalinum í hvørji
markatalsbygd sær, og líkt er til, at eisini
býlingarnir norðuri í Vági hava tikið jarðar-
hval hvør sær. Seinri, men langt undan
1695, er hvalvágin norðuri í Vági løgd
saman.
Av teimum 44 skrásettu grindunum í tíð-
arskeiðnum hava 4 ikki verið skiftar sum
grind. Tær 3 eru bert fáir hvalir, men tann 4.
er heilar 40 hvalir, sum helst sjálvir hava
gjørt landgongd í Hvalba í 1617. Talið á
grindum í tíðarskeiðnum eigur harumframt
at verða lækkað við teimum báðum dupult
skrásettu grindunum á Oyri og Streymnesi
1624 og 1628, so veruliga talið á skrásett-
um grindadrápum í tíðarskeiðnum verður
38.
Tað er vert at hefta seg við, at enn í 1635
tók kongur jarðarhval av náðisgørðunum.
Nær prestur/prestaeinkjurnar hava fingið
henda jarðarhvalin er tí óvist, men tað er
hent fyri 1709, tá Kommissionsbetænknin-
gen (bls. 81) sigur, at prestaeinkjurnar taka
jarðarhval av náðisgørðunum.
Urslitið av útrokningununr í Appendix er
sett upp í talvu 4.
Miðalvirði á grindahvalunum í teimum
grindum, har tað hevur kunnað verið rokn-
að, liggur úr 20.6 skinn og upp í 67 skinn,
og samsvarar tað heilt væl við miðalvirðið
á kongshvalum, sunr áður varð roknað út.
Bert er munurin nrillum bíligastu og dýr-
astu grindirnar vorðin størri. Grindaprísir-
nir tykjast vera ógvuliga ójavnir frá grind til
grind. Um hetta er vegna skiftandi eftir-