Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 56

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 56
60 GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638 Meginreglan um hvalaveiði í MLL er, at veiðin er frí (MLL VII-64-8:«Nu kan folk veide hval, hvor de kan —«). Hetta veiði- frælsi er endurtikið í Chr. IV NL (VI- LXI:«Hual maa huer mand skiude —«). Ognarrætt veiðimansins til veidda hvalin er eingin ivi um, tá veiðin fer fram á havi (MLL VII-64-9: »Nu veider nogen hval og den dør paa dypet, da eier han hvalen —«. Chr. IV NL VI-LXI: »Skiuder mand hual, oc hand flyder paa dybit: da ejer hand den —«. Øðrvísi er, um skutlaður hvalur í sambandi við veiðina kemur so nær landi, at hann stendur fastur, tá skal jarðarhvalur verða latin. Veiðifrælsið tykist tó bert hava umfatað einstakar hvalir, sum hava verið veiddir við skutli, ikki bólkar av hvalum, har neyðugt var við skipaðari veiði. I hvussu er, hevur grindaveiði ikki verið frí í Føroyum í yngri tíð (Bjørk, 1963:165,168). Fyri tað tíðar- skeið, sum her verður viðgjørt, hevur sakar- málið móti Olavi Larvassyni í 1619 (Ting- bókin, 1615-54:111) serstakan áhuga. Ólav- ur Larvasson var stevndur fyri rættin fyri sama ár at hava skutlað 3 grindahvalir út fyri Hvalvík. Hann varð fríkendur »Efterdi alle andre Baade vare rømt bort fra Hvalene«. At Ólavur yvirhøvur hevur verið stevndur, kann tykjast stríða ímóti galdandi lóg um veiðifrælsi og kann einans verða tulkað so, at í 1619 hevur grindaveiði ikki verið frí fyri hvønn mann sær, men hevur verið skipað veiði. At hann verður fríkendur við nevndu grundgeving er somuleiðis í samsvar við ta skipan, vit seinri finna kodificeraða í grein 11 í Reglement for Grindefangsten paa Færøerne frá 1832, at grindin kann verða givin upp fyri skutil. í 1619 tykjast tó ikki so neyvar reglur at hava verið fyri hesi støðu. Sýslumaður ella grindaformenn tykjast eftir dóminum ikki at hava skula tikið avgerð um at geva grindina upp fyri skutil. Frídøming- in byggir á tað veruligu støðuna, at bátamir vóru famir frá grindini. Spurningurin um fría ella skipaða veiði hevur týdning fyri metingina um, hvørjar lógargreinir hava verið galdandi fyri grindaveiði í Føroyum. Bjørk vísir til Gula- tingslóg 149,6 og 150,3 (Bjørk, 1963:168), men Gulatingslógin var ikki galdandi lóg í Føroyum í her viðgjørda tíðarskeiði. Sam- svarandi greinirnar í MLL eru VII-64-10 og VII-64-16 og 17. Grein VII-64-10 snýr seg um skutlaðan hval, ikki um hvalarakstur og kann tí neyvan hava havt gildi fyri føroyska grindaveiði. Grein VII-64-16 snýr seg um at reka hval inn í annan mans hvalvág uttan loyvi. Hvalvág merkir ikki tað sama í Nor- egi sum íFøroyum (Bjørk, 1963:166; John- sen, 1962:163-64), og grein VII-64-16 kann neyvan hava verið nýtt í sambandi við føroyskt grindadráp, sum eisini Bjørk ger vart við. Einasta lógargrein í MLL, sum tykist nýtulig í sambandi við skipaðan rakstur og veiði av bólki av hvalum er MLL VII-64- 17: »Nu driver nogen hval ind i vaager, som ikke før er hvalvaager; da eier veideren halvdelen og vaageieren halvdelen«, sam- svarandi hevur Chr. IV NL VI-LXI: »Drif- fuer nogen hual ind i vijg paa anden mands jord, som icke er hualgaard: da beholde de dem begge til halffnit«. Eftir galdandi lóg í tíðarskeiðinum eiga grindamenninir sostatt helmingin av grind- ini og jarðareigararnir hin helmingin. So- leiðis er grindaskifti eisini farið fram sam-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.