Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 66
70
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638
(1709-10:79-80) sigur, at fyrst verður finn-
ingarfiskurin tikin av, »derefter vurderes de
allesammen, smaa og store, af Mænd, som
dertil af Fogden bliver udnævnt, og det en-
hver Fisk med sit Nummer og Værdi«.
Hetta er sostatt fyrstu ferð, at sagt verður
frá, at øll grindin verður mett, og haldi eg,
at illa ber til at koma til aðra niðurstøðu
enn, at almenna metingin av grindini er
fyriskipað onkuntíð í tíðarskeiðinum 1673-
1709 fyri at kunna fáa betur grundarlag
undir skiftinum. Eins og seinri verður hvør
hvalur merktur við nummari og metingar-
virði.
Almenna grindametingin í skinnatal hev-
ur sostatt sín uppruna í seinra parti av
gablatíðini. Grundarlagið undir metingini
er peningavirði, dagsprísurin, sum hann
man hava verið seinast í 1600 árunum ella
um 1700.
I 1700 árunum kunnu vit rokna við, at
munur gerst á grindameting og grindaprís-
um (smb. Svabo, 1779:48). Ætlandi hevur
lýsiprísurin havt stóran týdning fyri prís-
gongdina. Fyri grindaskiftið fáa eisini onn-
ur viðurskifti týdning. Samanlegging av
hvalvágum er helst byrjað í 1600 árunum,
men heldur áfram í 1700 árunum, og í 1700
árunum - eftir 1709 - veksur fram tað til-
tikna sosiala elementið í grindaskiftinum,
har bæði omman á bríkini og bamið í vøgg-
uni fáa part. Grindadistriktini, sum verða
fyriskipað í 1832, eru úrslit av hesi gongd.
Sosiala javnanin er tó einans ein javnan av
tí helmingi av grindini, sum grindamennin-
ir áttu rættin til. Jarðarhvalurin varð ikki
nortin fyrr enn í 1832.
Upplýsingamar um grind verða í 1700
ámnum nógv fjøllbroyttari og rúgvismikl-
ari enn áður. Framhaldandi rannsóknir, sum
kunnu royna tær niðurstøður, eg her eri
komin til, og kunnu lýsa søguligu gongdina
frá Lucas Debes til Grindareglementið,
hava ørgrynnu av keldum at oysa úr. í tí
tíðarskeiðinum hendir framvøksturin av
teirri skipan av grindaskiftinum, sum vit
kenna.
Takkir
Dorete Bloch, Náttúrugripasavnið eigur stóra tøkk fyri
áhaldandi eggjan at fara undir hesa kanning og fyri
mangar áhugaverdar samrøður. Fyri hjálp og vegleiðing
við formlum og metingum av taltilfarinum takki eg
Petur Zachariasen, Fróðskaparsetrið, og starvsfólkinum
á Landsskjalasavninum takki eg hjartaliga fyri ta hjálp
og beinasemi, har altíð verður sýnd.
Appendix: Hvalvágirnar í
fútaroknskapunum 1584-1638
Kongsjørðin er ymiskur partur av markatal-
inum frá bygd til bygd. Fyri at kunna vita,
hvussu nógv kongur átti av grindini, mugu
vit tí kenna samlaða markatalið, sum tók
jarðarhval í hvørji hvalvág sær og støddina
av kongsjørð í sama markatali. Kenna vit
hetta, kunnu vit rokna kongspartin av
grindavirðinum út eftir hesum formli:
k=t( 1 /40+9/20*j/m)
har k=kongspartur, t=øll grindin, j=kongs-
jørðin og m=markatalið. 1/40 er fjórðingur
kongs av tíggjundini og 9/20 er jarðarhval-
urin eftir at tíggjundin er tikin burtur av. í
formlinum er ikki hugsað um finningarfisk-
in, sum í hesum sambandi hevur lítlan týdn-
ing.