Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 10
14
VÁGAMÁLFØRI
allar hinar tríggjar eru til í Færøsk Antho-
logi I. Valt varð, at tulka /ou:/ sum serstakt
fonem. Talan er um eitt marginalt fonem í
VM. Upprunin var í diftongeringum við
hiatus ífáa orðum, og har ein vokalisering
av -v hendi, t.d í gomlum [gouilon]. Vokal-
iseringin av -v hevur eisini ført við sær eitt
annað tvíljóðsfonem /au:/ /gaudt, nau:n]
gamli, navn, og tvey allofon av /e/ og /æ/,
sum eru ávíkavist [e] og [0] í t.d. nevn,
nøvn.
Hjáljóð
Borið saman við norr., so hevur VM (og
før.) trý nýggj hjáljóð. Tey eru: / [jz', jz , J/,
sum svara til skriftmálsins:^/-, ke-, key-,
ki-, ky-, tj-, hj-; gj-, ge-, gey-, gi-, gy-, dj-;
sj-, stj-, skj-, ske-, skey-, ski-, sky-. Undir
4.3. er eitt bleytt g - ljóð, t.e. [y], viðgjørt.
Lokaljóð og aspiratión
Trupult er at lýsa aspiratiónina í føroyskum
og VM, vegna manglandi ljóðfrøðiligar tól-
kanningar. Greining mín byggir á - sum
arbeiðshypotesu - Rischel (1961). Hann
meinar, at tann atgreinandi tátturin í før-
oyskum ímillum /p, t, k, kj/ og /b, d, g, gj/ í
/#___er aspiratiónin. Munurin millum tala
og dala er sostatt [d'eada] mótvegis
[deada]. Hetta samsvarar eisini við mál-
kensluna.
Ljóðliga eru lokaljóðini tí: [b', d', g', b,
d, g] p, t, k, b, d, g. 1 bakstøðu eru tey
óaspireraðu ljóðini óraddað, t.d. [land]
land, [sægd] søgd (lýsingarh. av siga ),
[had:] hædd. Sbr. eisini orðapørini [land]
lænt (2. lh. hvk. av læna ) og [land] land 6;
[sæ'gd] (2. lh. hvk. av søkka ) móti [sægd]
søgd (lh. kvk. av siga ), og [ha'd:] hatt
(hvønnf. av hattur ) móti [had] hædd.
Millum sjálvljóð eru tey gemineraðu
lokaljóðini ávíkavist [ha'd:or] hattur,
[hadun] hæddin, og [g'læ'goj] kløkkur,
[glæg:oa] gløggur. Aftan fyri long sjálvljóð
við høgum endaljóði missa lokaljóðini
aspiratiónina: [boida] bíta, | mjuu:goj|
mjúkur.
Ajfrikatar
Vanligt hevur verðið, at ljóðskriva teir før-
oysku affrikatamar antin sum teir ensku [tj,
d3], ella bara: [c, j]. Ljóðliga eru [c, j] ov
lin í mun til tann føroyska affrikatfram-
burðin.
Eg fari at ljóðskriva affrikatarnar sum
[jl', jz] (skrivað: kj-, ke-, ki-, ky-, key-, hj-,
tjgjge-, gi-, gy-, gey-, dj-). Skrivihátt-
urin stendur fyri ein palatalan-alveolaran
framburð. Munurin teirra millum er aspira-
tiónin. Viðmerkjast skal, at seinna ljóðið
evt. kundu havt ein bolla yvir sær, men
skriftin verður sum omanfyri.
Frikativ Ijóð
VM hevur her fonemini /f/f N/v, /s/ s og /J/
frá eldri sj-, stj-, ske-, skey-, ski- , sky- og
stundum eitt raddað retroflekst [z ], ið
hoyrir til fonemið /j/ r.
/v/v og /f/ f síggjast m.a. í [feau] far !
(boðsh. avfara ) og [veau] var (tát. av vera
). Langt [f:] er í lániorðum sum [g'afa]
kajfi, [gaf:ol] gajfil. [v] sæst millum sjálv-
ljóð og í bakstøðu í eitt nú [ea:va] æða,
[brea:v] bræv. Aftan fyri [s] avraddast [v]
nakað: [sveaua] svara. Hetta kundi møgu-
liga verið skrivað við parantesum soleiðis: (
), tí tað avraddast ikki so nógv, at tað verð-
ur til eitt [f]. Framman fyri ['g, 'b, 'd, ['jz,