Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 29

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 29
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 33 Bartal roynir at vinna sær fyrimunir av øll- um og svíkur á tann hátt bygdarfelagsskap- in at enda. Tá ið einahandilin er avtikin og handlamir í Havn eru farnir at taka ímóti fiski, hava menninir avrátt, at Páll fyri bygdina skal fara at kanna, um tey kunnu fáa fisk á Nesið at vaska og turka fyri handlarnar. Hann fer fyrst í handilin úti í Tinganesi at fáa treytimar at vita og síðani í handilin í Vágsbotn. Har fær hann at vita, at Bartal hevur longu verið og gjørt avtalu um at byggja fiskahús á Nesinum (bls. 206). Bartal hevur á henda hátt sett seg út um tað fólksliga almennið, sum valdar í bygdini. Páll hevur eina serstøðu, hann minnir teir á nýggju støðu teirra: Veitst tú ikki, at nú ert tú ognarmaður. Ein- asti ognarmaður sunnan fyri Hóreksgøtu. - Jú, pínadoyð Páll, har segði tú okkurt. Hatta havi eg ikki hugsað um. Einastu ognar- menninir sunnan fyri Hóreksgøtu. Alt hitt undirkong. (Bls. 15.) Páll fær viðurkenning fyri, at tað er hann, ið orðar felags ásannan. Páll hevur leiklutin at siga tað hátíðarliga m.a. at navngeva bátin teir fáa eftir »Royndini fríðu« (bls. 52) hjá Nólsoyar-Pálli, og hann er tann hittinorð- aði: - Fyrstur steig hann fótin á land, læt í Pálli, tá Hálvdan leyp niður á helluna, sunnanvert í gjónni. - Einki hóttafall, tað var væl, læt í Bartali. - Men heldur einki veiðufall, kom tað so spakuliga frá Jákupi. (Bls. 13.) Páll er skyldur við Nólsoyar-Páll og dugir kvæði, mest hugtikin er hann av Fugla- kvæðinum eftir skyldmannin. Navnalíkleik- in ger, at Páll verður ein mynd av Nósloyar- Páll. Ofta tekur hann til kvæðaørindi, eins og tá ið teir fara í land. I fyrstuni hittast menninir í bygdini í roykstovuni hjá Binu,konu Bartal (bls. 65). Sum frá líður flytur samkomuplássið í smiðjuna hjá Óla, har hittast menn, børn og unglingar. Óli fylgir væl við nýggju upp- finningunum í tíðini. Hann hevur snild am- boð, eitt nú ein hálvavegna sjálvvirkandi físibjølg (bls. 193). Hann ger grótborar (bls. 131) og byrsu (bls. 133). Ein av stóru løtunum í smiðjuni er, tá ið Óli greiðir frá grundreglunum í guvumaskinuni, sum fer at hava við sær »at teir fara at sigla við ong- um seglum« (bls. 196) og við jarnskipum. Hetta vísir eina mest til tíðarmunin millum søgutíð og skrivitíð, og lesarin fær einki at vita um hvaðani Óli hevur kunnleika sín. Umframt tøknilig tíðindi verða felags •áhugamál umrødd í smiðjuni. Hálvdan tyk- ist vera orðstýrari á teimum fundunum. Tað er hann, sum skjýtur upp, at Páll fer til Havnar at kanna, um tað ber til at arbeiða fisk fyri handlamar í Havn. Smiðjan er eitt fólksligt almenni í bygdini. Fólksliga al- mennið er ein samkoma, sum viðger mál í gerandislívinum.Tað er innvent - talar við seg sjálvt, tí tað sum fer fram í fólksliga al- menninum er ætlað tí fólksliga kollektivin- um - luttakarunum, monnunum sjálvum.23 Bygdin er eftir hesum skipað við Dánjali sum formanni. Hann talar fyri bygdina við myndugleikamar, embætismenninar amt- mann, fúta og prest. Hálvdan stflar fyri inn- eftir biður hann, ið hóskar best til einhvørja uppgávu, útinna hana. Óli er tøkniliga flog- vitið. Bartal er tann morðgírigi og sjálv- søkni, sum dámar best at arbeiða í sjálv-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.