Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 28

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 28
32 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA í 150 ár og Lív og lutir eftir Janus Mohr (1987 og 1974). I skaldsøguni eru niðursetufólkini seks hjún, sum øll koma norðaneftir á Streym- oynni. Veruligu niðursetufólkini á Hvíta- nesi vóru seks hjún, fimm úr Kollafirði og eini úr Lamba.17 í summum førum samsvara søgan um veruligu niðursetufólkini og skaldsøgan. Ein av veruligu niðursetumonnunum æt Dánjal. Einaferð hann hevði velt og sáað, kom bóndin á Sundi og skar eitt torveygað í veltuna, tí at hann hevði havt torvrættindi á Hvítanesi. Málið var avgjørt í rættinum, og Hvítanesmenn vunnu sakina.18 Skald- søgan hevur drúgva lýsing av máli, sum snýr seg um tað sama og maðurin eitur eisini Dánjal (bls. 68-79). í skaldsøguni stendst stríðið av, at Pløyen hevði gloymt torvskurðarrættindini, tá ið hann skrivaði sáttmálan við niðursetumenninar. Ein annar av niðursetumonnunum á Hvítanesi smíðaði sær eina byrsu19 eins og Óli smiður í skaldsøguni (bls. 133). Upp- aftur ein av niðursetumonnunum á Hvíta- nesi skal hava verið serliga raskur at velta20 eins og Bartal. Páll í skaldsøguni tykist sett- ur saman burtur úr fleiri. Um ein hvítanes- mann sigst, at hann »plagdi ofta at vera úti í Havn« og eins og aðrir Hvítanesmenn gekk hann inn á Vertshúsið til Dia,21 og ein annar dugdi at yrkja og var góður kvøðari22 júst sum Páll í skaldsøguni. Skaldsøgupersónamir hava á henda hátt fingið støk eyðkenni frá teimum veruligu niðursetumonnunum. Mest beinleiðis tyk- ist Dánjal vera avmyndaður eftir veruleik- anum, bæði fornavnið og torvskurðarmálið benda á tað. Óluva tosar einaferð við Páll um »kirkjuna«, sum hann vitjar í Havn (bls. 118-19) - tað kann vera Vertshúsið, hon sipar til. Húsabyggingin líkist eisini bara í onkrum pørtum. I skaldsøguni byggja Bartal og Dánjal, Óli og Hálvdan enda í enda, men Jákup og Páll byggja hvør fyri seg - har era tvær lonir og tvey hús. A Hvítanesi vóru tey seks húsini undir tveim- um lonum, trý og trý hús saman. Konurnar eru púra íspunnar, tí eingi stórvegis spor eru eftir tær í søguni um Hvítanes. Somuleiðis eru tað lívliga prátið og hugaheimurin í skaldsøguni íspunnin og afturljóð av hugs- anum í okkara tíð. Munur á monnum Beinanvegin menninir koma á Nesi at arb- eiða hómast ein skipan millum teir, og hon gerst greiðari, sum tíðin líður. Dánjal er talsmaður fyri niðursetumenn- inar. Tá ið teir eru inni hjá Pløyen í Havn, fer samrøðan eina mest fram millum teir báðar (bls. 27,30). Prestur hevur bønarhald inni hjá Dánjali og Onnu (bls. 88ff, 228 og 236). Dánjal er sangari í bygdini saman við Hálvdani (bls. 94). Bartal er hann, sum leggur inn undir seg. Tá hann hevur velt alt hjá sær, vil hann sleppa at seta eina kúgv við afturat (bls. 135). Tí fer hann til Siggu, konu Páll. Tey hava fullan køst, og har er lítið og einki velt. Bartal sleppur at tøma køstin og sláa bøin, Sigga skal hoyggja og fáa mjólkina undan kúnni. Harafturat droymir Bartal um at sleppa at velta bøin hjá Pálli, tí Mær dámar so væl at velta upp úr nýggjum. Og okkurt skal vera at takast við um vetrar- nar. (Bls. 135.)
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.