Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 55

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 55
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638 59 mongdir av eini vøru við peningavirðinum. Tá eg var smádrongur keyptu tey fyri 1 kr í te, nú á døgum keypa tey fyri 200 kr í benzin heldur enn ávíst litratal. Tá prísirnir hækka, lata tey sama krónutal, men fáa minni fyri tað. 200 kr í benzin er sostatt ikki eitt ávíst litratal av benzin, men so mangir litrar, tey eftir galdandi dagsprísi kunnu fáa fyri 200 kr. Øðrvísi er, tá prísurin festir seg sum heiti. Sum smádrongur keypti eg 10-oyra-køkur frá kondittaranum á Tvøroyri. Tær kostaðu tá 25 oyru. Heitið høvdu tær fingið fyri mína tíð, tá tær veruliga kostaðu 10 oyru, men príshækkingin hevði ført við sær, at nú var tað navnið á hesi ávísu køku. Fastognir vórðu - og verða - eisini nevndar við prfsi. 1 gyllin í jørð er tann jørð, tey einaferð í tíðini kundu keypa og selja fyri ein gyllin í peningi. Jørð, sum hvørki varð keypt ella seld, varð eisini virð- ismett eftir galdandi đagsprísi. Á tann hátt fingu vit umleið 1600 ella fyrr ta jarðar- rokning, vit enn nýta: 1 mørk á 16 gyllin á 20 skinn, tí dagsprísurin um 1600 var 16 gyllin fyri 1 mørk í jørð. Tá prísirnir síðan hækkaðu, varð ávísa jørðin, sum søgd varð at vera ein gyllin, framvegis tann sama. Tey noyddust tí at lata fleiri gyllin í peningi fyri ein gyllin í jørð. Jarðarmetingin í gyllin gjørdist sostatt eitt abstrakt hugtak uttan samband við dagsprfsin, men grundað á avoldaða príslegu. Hesi dømi vísa, at prísir kunnu festa seg sum heiti á ávísa mongd av vøru ella fast- ognum. Hesi prísheiti er tað, sum nevnt verður meting. Við óbroyttum prísum eru prísur og meting tað sama. Men broytist príslegan, verða prísur og meting hvørt sítt. Metingin verður eitt abstrakt hugtak, ið vit kenna sum markatal í jørð ella skinnatal í grind. Vit kunnu eisini siga, at jørðin ella grindin fær eitt fast áljóðandi virði umframt skiftandi prísir eins og nútíðar virðisbrøv. Her eigur at verða skoytt upp í, at vit vanliga eisini nýta orðið meting í sambandi við prísmeting, áseting av røttum dagsprísi, og í sambandi við mongdarmeting, áseting av tí mongd av vøru, ið samsvarar abstrakta prísheitinum. Skinnatalið í grind er eitt typiskt dømi um eina meting, sum samsvarar einum ab- straktum hugtaki, sum einaferð var ein prís- ur. Onkuntíð kostaði 1 skinn í grind veru- liga 1 skinn í peningi, men ikki longur. Sjálv peningarokningin í gyllin og skinn er ikki til longur. Eftir at tað ikki longur snýr seg um eina virðismeting í dagsprísi, er sjálvsagt neyðugt við øðrum hjálpitólum enn dagsprísinum at finna fram til ta mongd av grind, ið er 1 skinn. í praksis er tað hvør einstakur hvalur, sum verður mettur til eitt ávíst skinnatal, og hjálpitólið hevur í minsta lagið síðan 1832 verið mátið frá eyga til got. Lógargrundarlagið undir grindaskiftinum Lógargrundarlagið undir grindaskiftinum í hesum tíðarskeiði er Landslóg Magnus Lagabøtara frá 1274 (MLL) og síðan Norska Lógbók Chr. IV frá 1604 (Chr. IV NL). Rættarbótin Seyðabrævið frá 1298 hevur eisini reglur um hval, men tær eru ikki tiknar við í Seyðabrævinum frá 1637 og hava tí neyvan verið nýttar í hesum tíð- arskeiði. Elsta lýsing av grindaskifti í praksis er at finna hjá Lucas Debes 1673.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.