Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 54
58
GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638
Inngangur
Tá grind hevur lagt beinini á eini hvalvág,
verður hon nú á døgum mett í skinnatal,
áðrenn skift verður. Skinnatalið er í dag ein
neyðug fyritreyt fyri grindaskiftinum. Hvør
einstakur grindahvalur í eini grind verður
undan skiftinum mettur til ávíst skinnatal,
upp í gyllin og hendingaferð nøkur fá skinn
upp um gyllin, og er samlaða skinnatalið í
grindini grundarlagið undir grindaskiftin-
um. Grindareglementið frá 1832 er elsta
fyriskipan, vit kenna fyri, hvussu grindin
skal verða mett: Hvalur, sum er 5 alin frá
eyga til got, verður mettur til gyllin, og aðr-
ir hvalir í mun til hetta.
Hvat er skinnatalið í grind og hvussu
gomul er grindametingin?
Nútíðar granskarar halda, grindameting-
ina vera avgamla. Louis Zachariasen
(1959-61:87ff) nevnir fleiri ferðir skinn í
grind í tíðarskeiðinum 1584-1638 og nevn-
ir, hvussu grindaprísurin tá er í mun til
grindaskinnið. Bloch og Zachariassen
(1989:39-40) siga skinnatalið vera skrásett
aftur til 1584. Sjálvur havi eg lítið fingist
við hval áður, men eg havi í sambandi við
greining av virðismetingum sum heild eis-
ini nortið við grindametingina (1993:9), og
havi tá hildið tað verið hugsandi, at grinda-
metingin hevur verið til í 1584, og at hon
hevur verið grundað á príslegu, eldri enn
1584.
Fyrsta umrøða av grind í Føroyum er frá
1584. í tíðarskeiðnum 1584-1638 eru í
roknskaparbókum fútans skrásettar 44
grindir, sum kongur hevur havt inntøku av.
Næstu 70 árini er lítið og einki til av upp-
lýsingum um grind. Ikki fyrr enn keldutil-
farið aftur gerst rúgvismiklari eftir gabla-
tíðina, finna vit grindametingina umrødda á
fyrsta sinni (Kommissionsbetænkningen,
1709-10:79).
Henda kanning hevur sum høvuðsenda-
mál at fáa greiðu á, um vanliga uppfatan
okkara, at grind eisini í tíðarskeiðinum
1584-1638 hevur verið mett í skinnatal í
sambandi við grindaskiftið eins og nú á
døgum, er haldgóð. Er hon ikki tað, ber als
ikki til at tala um skinnatal í grind fyrr enn
1709.
Fyri at kunna lýsa hesar spurningar gjøl-
ligari havi eg við fútaroknskapunum 1584-
1638 sum høvuðskeldu roynt at greina allar
upplýsingar um grindaskifti og -prísir úr
tíðarskeiðinum 1584-1638.
Prísur og meting
Skinnatalið í grind vísir aftur til ta peninga-
rokning, sum varð nýtt í Føroyum frá sein-
miðøld, 1400 talinum, til 1790. Henda pen-
ingarokning, 1 gyllin = 20 skinn, byggir á
rhínskan gullmynt (Zachariasen, 1959-
61:386,392). Fyri at fáa henda rnynt - ella
samsvarandi virði í innfluttningsvørum -
skuldi ein í Føroyum í seinmiðøld og seinni
lata 20 seyðaskinn. Peningarokningin í
skinnum er sostatt føroyska ískoytið til
rhínsku peningarokningina, sum nýtt varð í
Føroyum.
Gyllinsvirðið var í langar tíðir fast knýtt
at vekteindini vág í fleiri bólkum av útflutn-
ingsvørum: 1 vág í fiski, ull, tálg, fjøður
v.m. kostaði 1 gyllin, og henda príslega var
so føst í so langa tíð, at skinnatalið trongdi
inn í vektskipanina. 1 skinn gjørdist - um-
framt at vera ein peningaeind - eisini 1/20
av eini vág (Zachariasen, 1959-61:393)
Vanligt var - og er - at nevna ávísar