Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 26
30
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
um skaldskap hevur verið frammi í okkara
tíð, millum annað í 1970’árunum, tá ið m.a.
barnabókakapping var sett í verk fyri at fáa
til vega bøkur, ið lýstu gerandisdagin hjá
børnum í samtíðini.14 Páll beinir eisini prát-
ið inn á málið. Sjóvarbóndin heldur lítið um
Grindavísuna hjá Pløyen og heldur speiliga
fyri:
(...) Hvat virða teir málið hjá okkum. Og
hesir lærdu menninir, ið vera skulu. Har situr
ein prestur í Kvívík. Fyrstu prædikuna præ-
dikaði hann á føroyskum. Og so hvatt ikki úr
honum aftur.
- Tað var tí, at kvívíkingar óttaðust fyri, at
Várharra ongantíð hevði lært seg okkara mál.
Ella hevur kanska gloymt tað aftur, tí tað er
so langt síðan, hann hevur hoyrt tað [svarar
Páll]. (Bls. 171.)
Presturin er V.U. Hammershaimb, sum
prædikaði á føroyskum í Kvívík nýggjárs-
aftan 1855. Henda metingin av Hammers-
haimb er ikki tann vit vanliga hoyra nú á
døgum. Tað er heldur ikki vist, at Sjóvar-
bóndin hevur sagt hetta, men vit vita, at tey
ivaðust í um Várharra skilti føroyskt.15
Tann søgufrøðiligi tíðardámurin kemur
fram í kjaki millum menn, og hetta kjakið
tíðarfestir gongdina í skaldsøgun. Nesmenn
umrøða endurstovnaða tingið (1852, bls.
116), eftirmann Pløyens, Dahlerup (1849-
61, bls. 116) og Lunddahl fúta (1862-71,
bls. 138) og so sjálvandi Niels Winther,
blað hansara Færingetidende, sum kom út
eitt skifti í 1852, og dómin hann fekk fyri
tað (bls. 122, 139, 151). Sjálvstýri kemur
fyri í kjakinum og krav Islands um økt
sjálvstýri í 1851 verður nevnt (bls. 132 og
150). Ein av fyrstu løgtingslimunum, Hans
David Matras heldur Páll vera »ein av okk-
ara skilabestu monnum« (bls. 162),eins og
hann hevur stóra virðing fyri Nielsi Winth-
er (bls. 162) í samrøðu við Óluvu, sum snýr
seg um hvat ið ber til at hava til samrøðu-
evni hjá fólki. Samrøðan tykist vera eitt aft-
urljóð av hugsanar- og talufrælsinum í
grundlógini frá 1849. Søguligu persónamir,
ið eru nevndir, festa skaldsøgugongdina í
søguligu tíðini, men umrøðan tíðarfestir
eisini gongdina sjálva. Móti endanum á
skaldsøguni verður nevnt, at fyrstu donsku
sosialistarnir Louis Pio og Paul Geleff
rýmdu til USA (bls. 241) - afturfyri mutur
frá donsku løgregluni - søgan um niður-
setufólkini endar tískil eitt sindur eftir
1877.
Sjóvarbóndin og Pløyen eru veruligir og
navnnevndir søguligu persónarnir, sum
koma fyri í skaldsøguni. Hinir eru umrødd-
ir og standa uttan fyri samtakið á Nesinum
og eru tí ikki veruligir skaldsøgupersónar.
Týdningarmesta søguliga skjalið í ...
hvørt við sínar náðir er Fuglakvæðið eftir
Nólsoyar-Páll - tað verður siterað úr tí, og
sitatini (bls. 172-75) standa í stavsetningini
hjá Jakob Jakobsen. Stavsetingin gevur
teimum ein fremmandan og gamalsligan
dám, ið samsvarar við at kvæðið er yrkt,
áðrenn stavsetingin kom í fasta legu. Sitat
úr Gøtuskeggjum standa við Hammers-
haimbsstavseting (bls. 170-72) og skara tí
ikki framúr sum ørindini úr Fuglakvæðin-
um. Harafturat kemur eitt ørindi úr
»Grindavísuni« hjá Pløyen fyri (bls. 32), úr
»Høgnatátti« (bls. 124) og úr »Far verden
farvel« eftir Kingo (bls. 242) - øll á upp-
runamáli í samsvari við viðurskiftini í
søguligu tíðini.