Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 26

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 26
30 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA um skaldskap hevur verið frammi í okkara tíð, millum annað í 1970’árunum, tá ið m.a. barnabókakapping var sett í verk fyri at fáa til vega bøkur, ið lýstu gerandisdagin hjá børnum í samtíðini.14 Páll beinir eisini prát- ið inn á málið. Sjóvarbóndin heldur lítið um Grindavísuna hjá Pløyen og heldur speiliga fyri: (...) Hvat virða teir málið hjá okkum. Og hesir lærdu menninir, ið vera skulu. Har situr ein prestur í Kvívík. Fyrstu prædikuna præ- dikaði hann á føroyskum. Og so hvatt ikki úr honum aftur. - Tað var tí, at kvívíkingar óttaðust fyri, at Várharra ongantíð hevði lært seg okkara mál. Ella hevur kanska gloymt tað aftur, tí tað er so langt síðan, hann hevur hoyrt tað [svarar Páll]. (Bls. 171.) Presturin er V.U. Hammershaimb, sum prædikaði á føroyskum í Kvívík nýggjárs- aftan 1855. Henda metingin av Hammers- haimb er ikki tann vit vanliga hoyra nú á døgum. Tað er heldur ikki vist, at Sjóvar- bóndin hevur sagt hetta, men vit vita, at tey ivaðust í um Várharra skilti føroyskt.15 Tann søgufrøðiligi tíðardámurin kemur fram í kjaki millum menn, og hetta kjakið tíðarfestir gongdina í skaldsøgun. Nesmenn umrøða endurstovnaða tingið (1852, bls. 116), eftirmann Pløyens, Dahlerup (1849- 61, bls. 116) og Lunddahl fúta (1862-71, bls. 138) og so sjálvandi Niels Winther, blað hansara Færingetidende, sum kom út eitt skifti í 1852, og dómin hann fekk fyri tað (bls. 122, 139, 151). Sjálvstýri kemur fyri í kjakinum og krav Islands um økt sjálvstýri í 1851 verður nevnt (bls. 132 og 150). Ein av fyrstu løgtingslimunum, Hans David Matras heldur Páll vera »ein av okk- ara skilabestu monnum« (bls. 162),eins og hann hevur stóra virðing fyri Nielsi Winth- er (bls. 162) í samrøðu við Óluvu, sum snýr seg um hvat ið ber til at hava til samrøðu- evni hjá fólki. Samrøðan tykist vera eitt aft- urljóð av hugsanar- og talufrælsinum í grundlógini frá 1849. Søguligu persónamir, ið eru nevndir, festa skaldsøgugongdina í søguligu tíðini, men umrøðan tíðarfestir eisini gongdina sjálva. Móti endanum á skaldsøguni verður nevnt, at fyrstu donsku sosialistarnir Louis Pio og Paul Geleff rýmdu til USA (bls. 241) - afturfyri mutur frá donsku løgregluni - søgan um niður- setufólkini endar tískil eitt sindur eftir 1877. Sjóvarbóndin og Pløyen eru veruligir og navnnevndir søguligu persónarnir, sum koma fyri í skaldsøguni. Hinir eru umrødd- ir og standa uttan fyri samtakið á Nesinum og eru tí ikki veruligir skaldsøgupersónar. Týdningarmesta søguliga skjalið í ... hvørt við sínar náðir er Fuglakvæðið eftir Nólsoyar-Páll - tað verður siterað úr tí, og sitatini (bls. 172-75) standa í stavsetningini hjá Jakob Jakobsen. Stavsetingin gevur teimum ein fremmandan og gamalsligan dám, ið samsvarar við at kvæðið er yrkt, áðrenn stavsetingin kom í fasta legu. Sitat úr Gøtuskeggjum standa við Hammers- haimbsstavseting (bls. 170-72) og skara tí ikki framúr sum ørindini úr Fuglakvæðin- um. Harafturat kemur eitt ørindi úr »Grindavísuni« hjá Pløyen fyri (bls. 32), úr »Høgnatátti« (bls. 124) og úr »Far verden farvel« eftir Kingo (bls. 242) - øll á upp- runamáli í samsvari við viðurskiftini í søguligu tíðini.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.