Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 30
34
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
drátti, sum frá líður. Hann fær seinni bæði
fiskahús og handil. Jákup er tann tigandi,
sum bara hugsar um fisk og fiskiveiði, eins
og Páll er hann ikki veltingarmaður, men
fiskiklógv (bls. 123). Páll skarar framúr.
Hann er mótsetningur til hinar menninar.
Leggur seg hvørki eftir at velta ella at fiska,
gongur ofta í Havn, hann er tann hugsunar-
sami í bygdini, tann intellektuelli. Sam-
stundis er Páll heilasti maðurin á Nesinum.
A henda hátt umboðar hvør maður eina
persónsmensku og hevur sítt serliga pláss í
samtakinum á Nesinum.
Konufólkið
Muran í konufólkunum kemur fram í mál-
burði og atburði teirra. Bina, kona Bartals
dugir at hava fólk á vitjan, roykstova henn-
ara er altíð stúgvandi full, annars er hon
varin og ger einki óvanligt. »Bina fór ikki í
bát.« (bls. 53), og hon fer ikki við, tá ið hin-
ar konurnar fara í aðrar bygdir at biðja sær
ull. Onnu, kona Dánjal, dámar heldur einki
at fara í bát. Annars borðreiðir hon fyri
presti, tá hann vitjar í bygdini, og Mars-
anna, kona Hálvdan, hjálpir henni (bls. 88,
228). Sunneva kona Óla skarar ikki burtur-
úr á nakran hátt (bls-. 228), men Sigga, kona
Páll er tann lívligasta av konunum og opin-
skárað. Hon deilir Páll, meðan øll hoyra og
dylur ikki at hon er við barn. »So verður tað
bara tað, sum er í búkinum, at hava við hesa
ferðina« (bls. 53), hini børnini skulu koma
seinni. Sigga er brasin, hon vil sleppa at
rógva og fær Marsonnu at rógva við sær
(bls. 55).
Óluva, kona tann tigandi Jákup, eigur
góðaráðsjarnið í bygdini (bls. 88) og situr
hjá konunum, tá ið tær eiga. Sjálv er hon
barnleys, og hon dugir ikki at støkka inn á
gólvið hjá hinum (bls. 109). Hon er lærar-
inna í bygdini og missir mannin. Tá ið hon
verður við barn við Páll er tað størsta hend-
ing í lívi hennara (bls. 215/216), men tá
verður starvið tikið frá henni, og hon verður
mestsum útihýst úr samlívinum í bygdini.
Óluva er fyrsta konan, ið kemur fram á
søgupallin. Konurnar skulu koma á Nesið á
mikkjalsmessu, avger Hálvdan:
Eitt sindur burturvið at hugsa um reiðrið,
tá náttúran øll fyrireikar seg til vetrarsvøvn-
in, mól tað í høvdinum á Óluvu. (Bls. 52.)
Hon leggur eina symbolska merking í
stundina - júst sum Páll, tá ið hann tekur til
eina kvæðareglu, tá ið menninir fara í land
á Nesinum fyrstu ferð. Óluva er tann per-
sónur í skaldsøguni, sum er mest innanlýst.
Hon hevur ans fyri tí vakra og gevur tí
gætur, sum hongur uppi við talu og gerð.
Eitt nú spyr hon mannin, hvussu vindeygað
í húsinum vendir móti sólini (bls. 53) og
hevur sum tann einasta ein urtapott við.
Páll og Óluva
Páll og Óluva stíga fram um hinar persón-
arnar í søguni. Tey verða høvuðspersónar í
seinasta triðingi í bókini. Páll umboðar
droymaran og tann, sum ímyndar sær - eins
og skyldmaðurin - øðrvísi umstøður bæði
evnisliga og listarliga. Páll vitjar Sjóvar-
bóndan og tosar um skaldskap við hann.
Óluva kjakast við prest og við Páll, og hon
umboðar tann skynsama, kritiska og sosiala
hugburðin í skaldsøguni. Tí eru bæði Óluva
og Páll talsfólk hjá frásøgufólkinum, iva-
leyst eisini hjá høvundinum.
Ævisøguliga hava Páll og Óluva eina ser-