Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 72
76 GRINDAPRISUR OG
AR H K KSK MVK K% SVSK
1599-11-14 90 23 1100 47.8 25.6
1613-05-22 30 8 385 48.1 26.7
1615-07-25 116 59 1800 30.5 50.9
1615-07-28 90 41 1220 29.8 45.6
1615-09-01 70 19 520 27.4 27.1
1616-09-07 150 - 1870
1618-07-18 60 - 630
1619-07-01 135 - 1830
1620-09-16 240 55 2620 47.6 22.9
1623-12-12 2 - 60
1626-01-?? 3 - 120
1628-06-16 100 22 705 32.0 22.0
1637-07-14 60 10 355 35.5 16.7
1638-04-02 56 12 460 38.3 21.4
Skinnavirði, sum kongur fær av teimum fáu
hvalunum í 1623 og 1626 er alt ov stórt til,
at her kann vera talan um grindaskifti.
Heldur eru hesir hvalir skiftir sum funnir
hvalir.
Hvalatal kongs er sera ójavnt í mun til alt
hvalatalið í teimum ymsu grindunum, úr
16,7% upp í 50,9%. Eg kann ikki taka undir
við Louis Zachariasen í uppfatan hansara,
at orsøkin til ójavna býtið er, at lógin hevur
ikki strangliga verið fylgd (Zachariasen,
1959-61:96). Tað er einki, sum annars
bendir á, at grindaskifti skal vera farið so
tilvildar fram. Heldur er orsøkin tann, at
kongur í teimum ymisku grindunum hevur
havt rætt til ymiskan lut av jarðarhvalinum.
Mangan sæst, at menn ivast í, um býling-
amir norðuri í Vági eiga at verða roknaðir
sum býlingar ella sum bygdir. Her er av-
gerðandi, um jarðarhvalur og onnur lunn-
indi hava ligið saman ella ikki í tíðarskeið-
inum 1584-1638. Eg fari her at kanna, hvør
lutur kongs hevði verið av grindini, um
hvør býlingur sær tók jarðarhval og um
nakrir teirra lógu saman:
SKINNATAL 1584-1638
m j k%
í Vági 15 4 14.5
á Uppsølum 15 0 0
í Gerðum 22 22 47.5
á Myrkjanoyri 7 7 47.5
í Vági+á Uppsølum 30 4 8.5
í Vági+í Gerðum+á Myrkjanoyri 44 33 36.25
í Vági+á Uppsølum+á Myrkjanoyri 37 11 15.9
allir 59 33 27.7
m: markatal.
j : kongsjørð.
k%: Møguligi procentpartur kongs av hvalatalinum.
Býtið frá 1808, við felags jarðarhvali mill-
um Vág, Gerðar og Myrkjanoyri, ið skuldi
givið kongi 36.25% av grindini, verður ikki
endurspeglað í nakrari av grindunum 1584-
1638. Tann felagsskap millum Uppsalar,
Vág og Myrkjanoyri, sum uppsalamenn
søgdu hava verið fram til 1695 og sum
skuldi givið kongi 15.9% av grindini, ber
kanska til at finna í grindini 1637 og kanska
onkrum fleiri, men hann er í sjálvum sær
ósannlíkur uttan at Gerðar eru við. Tær
flestu av grindunum kundu hugsast at av-
spegla ein felagsskap millum allar býling-
amar, men spjaðingin er ov stór, og størstu
frávikini, í 1615 og 1637, gera henda fe-
lagsskap ósannlíkan.
Rímiligasta tulkingin av grindabýtinum
norðuri í Vági tykist mær vera, at jarðar-
hvalurin hevur ikki ligið saman. Eystan fyri
Osánna, í Gerðum og á Myrkjanoyri hevur
kongur tikið allan jarðarhvalin, men vestan
fyri ánna bert til tær 4 kongsmerkurnar í
Vági. Grindin 1637 hevur tann mesta verið
vestanfyri, juligrindirnar 1615 eystanfyri,
og allar hinar hava lagt beinini báðu megin
Osánna og eru býttar til hvønn býlingin sær.