Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 21

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 21
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 25 hyggja út um gerandisdagin og eitt nú síggja brek og lýti í samfelagsskipanini. Hinvegin er tann intellektuelli ikki altíð væl lýddur, hvørki av høgum ella lágum. Orætt- vísið í skaldsøgutíðini líkist tí, sum ráddi á tíð Lucasar Debes. Tað samfelagið er øðr- vísi enn samfelagið á døgum Williams Heinesens, men bæði í skaldsøgutíðini og í okkara tíð eru órættvísi og sosialu korini ójøvn og tollyndi lítið, tí ber til at lesa Det gode háb sum eina mynd av nútíðini.6 Peter Børresen kann harafturat vera ein mynd av støðuni hjá høvundinum sjálvum. Søgufrøði og skaldsøga Hetta nemur við leiklutin hjá søgufrøðini, søguligu umstøðunum og tíðini í skaldsøg- uni. Fleiri bókmentafrøðingar hava umrøtt spurningin.7 Mong halda søguligu skaldsøguna vera nútíðar spegil. Søguliga tilfarið lýsir nútíð- ina og nútímans menniskju. Eftir hesum ber ikki til at skriva eina veruliga søguliga skaldsøgu, tí allar søgur snúgva seg um samtíðina og spretta úr tíðini, tá ið tær eru skrivaðar. Men tá ið tað er sagt, ber eisini til at skilja millum søguligar skaldsøgur alt eftir, hvussu tær nýta søguna. Summi skilja millum tvey og onnur mill- um trý søgulig skaldsøgusløg. Summar skilmarkingar leggja dent á, um søgan bara er pallmynd ella um hon er veruliga evnið í skaldsøguni, og sundurskiljingin er sam- stundis meting. I teimum flestu søguligu skaldsøgunum er søgufrøðiliga tilfarið ann- aðhvørt týdningarleyst ella ein tilvildarlig- ur pallur. Tær veruligu søguligu skaldsøg- urnar eru tí tær, har søgan er aðalevni. Bo Eldbrønd-Bek skilur millum tvey høvuðssløg.8 Annað umfatar tær søguligu skaldsøgur, har høvundurin hevur ætlað at siga frá samsvari millum fortíð og nútíð. Tað eru tær veruliga søguligu skaldsøgur- nar, har høvundurin medvitað nýtir tað strukturella sambandið millum fortíð og nútíð. Undir hesum heiti eru savnaðar tjóð- søguligar skaldsøgur, søguligar hugsjón- arskaldsøgur, sosialar og mentasøguligar skaldsøgur. Dømi um hesar er eitt nú Festen for Cæcilie (1979) eftir Ebbe Kløvedal Reich. Søguligu skaldsøgur hansara geva allar søguni eina ávísa meining. Tær vísa á samsvar millum hendingar í Evropa, serliga evropeiskur felagsskapur hevur áhuga og avleiðingar hansara fyri danskan hugburð og donsk viðurskifti fyrr og nú. Tær sálarlýsandi søguligu skaldsøgur- nar, sum er vanligasta slagið, verða ikki hildnar at vera góðar skaldsøgur. Vanda- málið er sálarfrøðin. Sinnalag, sál, psyka eru ikki óbroytilig, men tvørturímóti sera bundin av tíð og stað; tí er tað um at vera ógjørligt at ímynda sær sálarlívið hjá fólk- ið, sum liva í øðrvísi umstøðum. Hitt slagið av søguligari skaldsøgu eftir fatan Eld- brønd-Beks er søguliga skaldsøgan, har einki ætlað samsvar er millum fortíð og nú- tíð. Tað eru spenningarskaldsøgur sum Den røde Pimpernel og hans Bedrifter og aftur- haldssinnaðar, veruleikaflýggjandi søgu- ligar skaldsøgur, sum gera fortíðina glæsi- liga. Tað kann vera torført at skilja millum ætlað og óætlað samsvar millum fortíð og nútíð í verki. Eitt nú í Vívili eftir Marionnu Debes Dahl er tað ivaleyst ætlað, at høvuðs- temað óttin fyri tí øðrvísi, ókenda og
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.