Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 35
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
39
hoyrt í Lestrarbókini. Og tá kundi prátið ger-
ast bæði reystmælt og drúgt. (Bls. 13.)
Afturat undranini um sáttmálan sjálvan
verður bókligi kunnleiki teirra lýstur. I
minsta lagi ein teirra dugir at lesa, og mong
av orðunum hava teir ikki hoyrt lisin áður,
tí tey standa ikki í Lestrarbókini. Viðmerk-
ingin lýsir, at verðsligur lesnaður var ikki
til í húsunum hjá hesunr monnunum; men
lestur var, og hann var á donskum eins og
sáttmálin.
Viðhvørt koma viðmerkingar fyri um
søgugongdina.
Og soleiðis hvarv tann vármorgunin á
Nesinum í tí ósjónliga havinum, sum stund-
um verður nevnt hav tíðarinnar. Og tað man
vera eitt stórt hav. (Bls. 118)
Her hoyrist afturljóð frá prologinum í tí
mynduga tónalagnum og orðalagnum »tíð-
arinnar hav«. Harafturat kenst speisama
frásagnarrøddin sera týðuliga í seinasta
setninginum »Og tað man vera ...«. Frá-
sagnarrøddin er enn skilligari aðra staðni.
Eitt nú tá ið frásøgufólkið opið undrast á
sinnalagið hjá einum av søgupersónum sín-
um, Oluvu:
Hvat hugsar ein ung kvinna [ið situr ein-
samøll dygst við sjóvarmálan] eina slíka
løtu? Ein kvinna, ið hevur hug til at tosa við
børnini um sálina? Og sum kundi hugsað sær
at vita, hvat ið stendur í tí táttinum, sum tey
nevna Krákuteiti [eftir Nólsoyar-Páll]?
Ein innisæl, barnleys kona, ið betur dugir
at fara út á nesið at seta seg, enn hon dugir at
ganga sær inn á gólvið hjá hinum bygdarkon-
unum. (Bls. 109.)
Spumingarnir eru retoriskir, og teir eru eins
og sitatið frammanundan metingar hjá
ósjónliga frásøgufólkinum uttan fyri søg-
una. Samtundis er hetta eitt dømi um,
hvussu frásøgufólkið sleppur sær undan at
endurgeva tankar hjá søgupersóni. Søgu-
persónurin livir tískil sítt egna lív so at siga;
frásøgufólkið hevur ikki fult innlit í sinnið
hjá Oluvu, hevur ikki fult vald á henni.
Skaldsøgan og persónar hennara líða sínar
egnu lógir.
Frásagnarfólkið kann stíga út um søguna
og leggja fram hugsanir, sunt als einki hava
við søgugongdina at gera, men viðgera ein
søgufrøðiligan spurning um keldur, ið lýsa
viðurskifti í 1830-40’árunum:
Onkustaðni á onkrum lofti, ella niðri í
onkrum kjallara í onkrum av teimum gomlu
friðarligu, men so sera søguríku húsunum
um Hólmaleiðina niðri í Keypmannahavn
munnu liggja onkur gulnaði og moyrknaði
bløð (...)
Og so leingi hesi skjølini ikki eru gjøllari
kannaði, eiga vit at vera sera varin í dómi
okkara í hesum rúgvismikla máli. Og kanska
serstakliga tá vit hava í huga, hvussu ósamdir
teir kønastu søgumenninir við nógvum lær-
dómi mangan kunnu vera í málum av væl
størri týdningi fyri lond og tjóðir, ja, fyri
heimin allan, enn hetta málið hjá Dánjali,
niðursetumanni á Nesinum. (Bls. 78.)
I slíkari metaviðmerking er frásøgurøddin
ítøkilig og sambandið millum skaldsøguna
og nútíðina er eina skilligast júst í hesi við-
merking, har frásøgufólkið avdúkar seg
sum søgufrøðing. Viðurskiftini og trupul-
leikarnir hjá niðursetufólkunum tykjast
kanska smá og týdningarleys sæð við nútíð-