Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 35

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 35
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 39 hoyrt í Lestrarbókini. Og tá kundi prátið ger- ast bæði reystmælt og drúgt. (Bls. 13.) Afturat undranini um sáttmálan sjálvan verður bókligi kunnleiki teirra lýstur. I minsta lagi ein teirra dugir at lesa, og mong av orðunum hava teir ikki hoyrt lisin áður, tí tey standa ikki í Lestrarbókini. Viðmerk- ingin lýsir, at verðsligur lesnaður var ikki til í húsunum hjá hesunr monnunum; men lestur var, og hann var á donskum eins og sáttmálin. Viðhvørt koma viðmerkingar fyri um søgugongdina. Og soleiðis hvarv tann vármorgunin á Nesinum í tí ósjónliga havinum, sum stund- um verður nevnt hav tíðarinnar. Og tað man vera eitt stórt hav. (Bls. 118) Her hoyrist afturljóð frá prologinum í tí mynduga tónalagnum og orðalagnum »tíð- arinnar hav«. Harafturat kenst speisama frásagnarrøddin sera týðuliga í seinasta setninginum »Og tað man vera ...«. Frá- sagnarrøddin er enn skilligari aðra staðni. Eitt nú tá ið frásøgufólkið opið undrast á sinnalagið hjá einum av søgupersónum sín- um, Oluvu: Hvat hugsar ein ung kvinna [ið situr ein- samøll dygst við sjóvarmálan] eina slíka løtu? Ein kvinna, ið hevur hug til at tosa við børnini um sálina? Og sum kundi hugsað sær at vita, hvat ið stendur í tí táttinum, sum tey nevna Krákuteiti [eftir Nólsoyar-Páll]? Ein innisæl, barnleys kona, ið betur dugir at fara út á nesið at seta seg, enn hon dugir at ganga sær inn á gólvið hjá hinum bygdarkon- unum. (Bls. 109.) Spumingarnir eru retoriskir, og teir eru eins og sitatið frammanundan metingar hjá ósjónliga frásøgufólkinum uttan fyri søg- una. Samtundis er hetta eitt dømi um, hvussu frásøgufólkið sleppur sær undan at endurgeva tankar hjá søgupersóni. Søgu- persónurin livir tískil sítt egna lív so at siga; frásøgufólkið hevur ikki fult innlit í sinnið hjá Oluvu, hevur ikki fult vald á henni. Skaldsøgan og persónar hennara líða sínar egnu lógir. Frásagnarfólkið kann stíga út um søguna og leggja fram hugsanir, sunt als einki hava við søgugongdina at gera, men viðgera ein søgufrøðiligan spurning um keldur, ið lýsa viðurskifti í 1830-40’árunum: Onkustaðni á onkrum lofti, ella niðri í onkrum kjallara í onkrum av teimum gomlu friðarligu, men so sera søguríku húsunum um Hólmaleiðina niðri í Keypmannahavn munnu liggja onkur gulnaði og moyrknaði bløð (...) Og so leingi hesi skjølini ikki eru gjøllari kannaði, eiga vit at vera sera varin í dómi okkara í hesum rúgvismikla máli. Og kanska serstakliga tá vit hava í huga, hvussu ósamdir teir kønastu søgumenninir við nógvum lær- dómi mangan kunnu vera í málum av væl størri týdningi fyri lond og tjóðir, ja, fyri heimin allan, enn hetta málið hjá Dánjali, niðursetumanni á Nesinum. (Bls. 78.) I slíkari metaviðmerking er frásøgurøddin ítøkilig og sambandið millum skaldsøguna og nútíðina er eina skilligast júst í hesi við- merking, har frásøgufólkið avdúkar seg sum søgufrøðing. Viðurskiftini og trupul- leikarnir hjá niðursetufólkunum tykjast kanska smá og týdningarleys sæð við nútíð-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.