Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 61
GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638
65
Sum tað sæst á talvu 2, er bíligasti hvalurin
seldur fyri 5 skinn og tann dýrasti fyri 3 gl,
t.e. 60 skinn. Miðalvirði á teimum 23 hval-
unum er 37,4 skinn. Prísurin á hesi grindini
er nógv hægri enn tað skinnatal, vit kenna
nú á døgum, tá bert hendinga hvalur er
størri enn 1 gyllin. I hesi grindini liggja 17
hvalir oman fyri ta meting, vit kenna, og
bert 6 hvalir eru at finna innan karmarnar á
kendari meting nú á døgum. Hesir 6 hvalir-
nir hava tó verið smáir, sammett við hvalir-
nar í kongspartinum annars, og sum heild
mugu vit halda, at grindaprísirnir í Skála-
firði 1588 hava verið einar 5 ferðir hægri
enn núverandi metingin.
Miðalvirði á kongshvalunum.
Eru grindaprísirnir í Skálafirði 1588 ein-
dømi? Hevur so lítið verið til av grind tað
árið, at menn, sum tað sæst í sølulistanum,
eru komnir úr tí mesta av landinum at keypa
grind og tískil hava trýst prísin upp í óvan-
ligar upphæddir? Vit hava ongan annan út-
greinaðan sølulista í fútaroknskapunum,
men vit hava 20 grindir, har bæði samlaða
virði av grind og talið av hvalum, sum fall í
kongsins part, er upplýst. I hesum grindum
kunnu vit rokna út miðalvirði av kongs-
hvalunum í grindini. Hesir upplýsingar eru
settir upp í talvu 3 saman við útrokningini
av miðalvirði.
Talva 3: Virði í kongspartinum.
Grind H K K% Virði Skinn Miðalvirði Skinn
Skálafirði 1588 23 — 865 37.4
Norð í Vági 1599 90 23 26 1100 47.8
Hvalvík 1600 24 8 33 400 50.0
Norð í Vági 1613 30 8 27 385 48.1
Vestur í Vágum 1613 50 7 14 300 42.9
Norð í Vági 1615 116 59 51 1805 30.5
Norð í Vági 1615 90 41 46 1220 29.8
Hvalba 1615 20 — 867 43.4
Norð í Vági 1615 70 19 27 520 27.4
Norð í Vági 1620 240 55 23 2620 47.6
Norð í Sundum 1621 250 93 37 4381 47.1
Skálafirði 1623 30 6 20 240 40.0
Vestur í Vágum 1626 100 18 18 485 26.9
Oyri 1628 40 16 40 478 29.9
Streymnesi 1628 60 15 25 460 30.7
Norð í Vági 1628 100 22 22 705 32.0
Hvalvík 1630 87 19 22 515 27.1
Vestur í Vágum 1635 400 54 14 2025 37.5
Norð í Vági 1637 60 10 17 355 35.5
Norð í Vági 1638 56 12 21 460 38.3
Tilsamans 528 20176 38.2
H : Hvalatal í grindini.
K : Hvalatal í kongspartiniMn.
K%: Procentpartur kongs av hvalatalinum.