Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 36

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 36
40 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA areygum, men eru kortini eins grundleggj- andi og týdningarmestu altjóða mál í nútíð- ini. Her talar tann gamalsligi frásøgumað- urin, sum vil vissa seg um, at lesarin fatar søguna rætt.25 Sum frá líður hevur frásøgufólkið góðan hug at taka saman um støðuna á Nesinum. Summi kunnu snáva á leiðini. Tær fátæku sálimar, heldur kanska onkur. Ella tær við- kvæmu. Ella tær einoygdu. Ella tær, sum bara stirðna á leiðini. Og verða til tóm hylki. Langt áðrenn deyðin kemur eftir teimum. Og tær eru kanska tær nógvu. Men hinar. Hvussu við teimum? Tær, ið siga seg vera tær sterku. Altíð til reiðar at bjóða lívinum av. Tær ið háða deyðan? Ja, hvussu við teimum? (Bls. 148.) Endurtøkur og javnsettir setningar (Ella tær .... Ella tær ... Ella tær; tær, ið ... tær, ið; Hvussu við teimum ... hvussu við teimum) eyðkenna sitatið. Hetta gevur hugleiðing- unum serliga áherðslu og ger, at tær bregða skilliga frá frásøgnini annars - og minna á tónan í Prologos. Teir retorisku spurningar- nir eru aftur fastir partar í metingum frá- søgufólksins. í hesum Sodoma stríddi Páll seg umsíðir fram til tað fyribrigdi, sum alt meira hevði alt hann upp á seg. Hugtikið hann á Havnarferð- um hansara. Hví? Ja, tað visti hann kanska ikki reiðiliga sjálvur. Og vit kunnu royna at umbera hann við, at har var so nógv at finna, sum hin forvitni, men blindi og bókleysi tráar eftir. (Bls. 148.) Sitatið byrjar við frásøgn, ið er merkt av Bíbliutilsiping. Síðani hvørvur ein partur av umsøgnini í setninginum og so kemur spumarorðið einsamalt, »hví«. Hesa ferð verður spurningurin svaraður beinan vegin, »Ja, tað visti ...« og har stendur, hvør ið svarar, »vit«. Hetta er ikki sama »vit« sum í prologinum. Hetta »vit« er ein roynd at fáa lesara og frásøgufólk at nærkast hvør øðrum, og lýsir eina mest hugmyndina í tekstinum um, hvør lesarin er. Sama »vit« kemur fyri í aðrari spyrjandi frásagnarmet- ing: Mundu orðini vera hesi [tá ið Páll kemur til Oluvu eftir jorsalaferðina í kap. 18]? Nei. Ella ja. Ella kanska. Ella óivað. Hvør skal vita at siga okkum tað? (Bls. 190.) Frásøgufólkið er ofta sjónliga hjástatt í skaldsøguni, tað sigur frá iva sínum og tek- ur í sama viðfangi ímyndaða lesaran uppí. Hesar frásagnarmetingar gera vart við, at hetta er ein søga, sum onkur fortelur. Frá- søgufólkið krógvar seg ikki, sum tað hevur verið siður heilt síðani realistiska og natur- alistiska skaldsøgan tók seg upp fyri hálvt- annað hundrað ámm síðani. Tað letur við seg koma og harafturat vísa viðmerkingar- nar, at skaldsøgan livir sítt egna lív, sum frásøgufólkið ikki altíð hevur fult tamar- hald á. Samanumtøka ... hvørt við sínar náðir er ein skaldsøga, sum nýtir tað strukturella sambandið mill- um fortíð og nútíð. Hon ímyndar fyri lesar- anum, hvussu tey kunnu hava havt tað á Nesinum, tá ið bygdin varð grundað. Tað søguliga tilfarið er búsetingin á nýggjum plássi. Tað er bæði dramatisk orkukelda í skaldsøguni og sjálvt evni hennara. Skaldsøgan lýsir, hvussu ognar-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.