Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 71

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 71
GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638 75 Grind við Norðskála Bygdin við Norðskála hevur bert 4 merkur í jørð. Kongsjørðin er 1/2 mk. Kongspartur- in í grind verður tí: k=t( 1/40+9/20*0.5/4) = 8.13% ÁR H K KSK MVK SVSK MV 1615-07728 32 - 400 - 4920 153.8 í mun til tey miðalvirði av grindahvali, sum eru vanlig hetta tíðarskeiðið, eru virðini í hesi grindini oman fyri alt mark. Kongur kann bert hava fingið 2-3 hvalir av 32 við Norðskála, og geva 400 skinn hansara tí 153.8 skinn í miðal. Hetta virðið kann ikki verða góðtikið. Annaðhvørt er her talan um grind, sum er skift sum funnin hvalur, eins og grindin í Hvalba 1617 kann hava verið tað, ella hevur grindin ikki lagt beinini í bygdini Norðskála, men á Oyrarlandinum sunnan fyri Skálá, sum er mark millum bygdirnar. Hevur henda grindin verið skift til markatalið á Oyri, fáa vit hesi virði: ÁR H K KSK MVK SVSK MV 1615-07728 32 - 400 - 842 26.3 sum eru nógv trúligari og fara at verða nýtt í yvirlitinum í talvu 4. Grindir í Skálafirði Hvalvágin í Skálafirði verður her roknað at hoyra til Skála bygd einsamalla. Yit rokna við, at talan er um tað stað, sum eisini verð- ur nevnt í Skálabotni og ikki nakrar aðrar bygdir við Skálafjørðin. Markatalið á Skála er 40 mk, og kongur átti tá 12 mk í jørð har. Kongsparturin í grind verður sostatt: k=t( 1/40+9/20* 12/40)= 16.00% AR T K K% KSK MVK SVSK MV 1588 23 860 37.4 5375 1623-08-20 30 6 20 240 40.0 1500 50.0 Grindir norðuri í Vági Norðuri í Vági er óvist, hvussu stórt marka- tal hevur tikið jarðarhval. f 1808 tóku til- samans 44 mk í Vági, á Myrkjanoyri og í Gerðum jarðarhval (Zachariasen, 1959- 61:95), men í Kommissionsbetænkningen (1709-10:83-84) kærdu óðalsmenninir á Uppsølum seg um, at fútin í 1695 hevði tik- ið frá teimum óðalsrættindini til jarðarhval, sum teir høvdu havt »udi langsommelig Tid« saman við Vági og Myrkjanoyri. Einki verður nevnt um Gerðar, hóast tað er óhugsandi, at Gerðar ikki skuldu verið við, tí Gerðarhagi liggur oman at vágni millum Vág og Myrkjanoyri. Tað er tí ógjørligt at gera sær eina rímuliga trygga meting av jarðarhvalinum í 1584-1638. Harafturat kemur óvissan um, hvør hevur tikið jarðar- hval av kleysturjørðini, 10 mk í Vági og 4 mk á Uppsølum. Neyvan er tað kongur, tí kleysturjørðin er ikki at finna í jarðarbók- um kongs fyrr enn í 1705. Tað ber tí ikki til at rokna út miðalvirði í grindunum. Men skiftandi kongsparturin av hvalatalinum er áhugaverdur. Av teimum 14 grindunum, sum eru skrá- settar norðuri í Vági hetta tíðarskeiðið, kenna vit í 9 grindum bæði samlaða talið í grindini og hvalatali í kongspartinum um- framt virði av kongspartinum.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.