Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 24
28
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
Kristiligur og veraldarligur
gleðiboðskapur
Søgan stendur ímillum eitt formæli og eitt
eftirmæli, Prologos og Epilogos. Prologos
setur allan tann verðsliga heimin inn í tað
kristiliga høpið, sum er karmur um lívið í
tíðini, sum søgugongdin fer fram í. Hetta
formælið hevur ta uppgávu at skapa hug-
myndina um, at søgan byrjar fyrst í 19. øld.
Formælið vísir harafturat til tíðarmunin
millum tíðina, tá ið søguhendingarnar fara
fram, og nútíðina hjá lesaranum, uttan bein-
leiðis at umrøða nakað slag av samsvari
millum tíðirnar.
I formælinum talar ein frásøgumaður
beinleiðis við lesaran og ákallar Gud við
spumingum um ætlan lívsins, og biður um
leiðbeining Guds, tí
Harri, vit ásanna, at á hesum leikpalli tínum,
sum vit nevna jarðarlívið, har eru vit einki
uttan neyðars óvardar finnur í loyndarfulla
lagnutalvi tínum. (Bls. 8.)
Hetta er ein bønar- ella prædikuretorikkur,
sum fyrireikar lesaran og leiðir hann inn í
hugaheimin og hugsunarháttin í søguheim-
inum. Men ikki ókritiskt. Prologurin viðger
uppmna heimsins og ætlan hansara. Hug-
burðurin í grundarlagnum undir kristnu
siðalæruni, sum valdar í søguheiminum
eins og í heimi lesarans, verður lýstur. Tað
er tíðarmunurin millum søgutíð og tíðina,
tá ið teksturin er skrivaður, sum gevur frá-
søgumanninum høvi til at seta spumartekin
við grundreglurnar.
Prologurin skiftir millum øðrumegin
ákallan, áheitan, bøn og hinumegin søgu,
skapanarsøgu, trúarsøgu og mentasøgu.
Prologurin hevur ein annan málsligan dám
enn restin av bókini. Hann er merktur av, at
hann heitir á Vár Harra, »Harri, ...«, »0,
Harri ...« og »Hví, Harri, hví«. Endurtøkur
og retoriskir spurningar eyðkenna tekstin,
eitt nú
Hví læt hann Ormin vinna á verki tínum?
A tí skapningi, sum tú hevði skapt í tínum
bílæti. Hví (...)
Og, Harri, hví gavst tú bara okkum hesi
fagnaðarboð tíni? Við soni tínum. Hví ikki
øllum heiminum? Ella tó, í minsta lagi, hví
ikki eisini tí lítla ættarbólki av ætt Sems, sum
tú sjálvur skýrdi úrvalda fólk títt. (Bls. 5.)
Teksturin spyr um meiningina við at seta
Jesus í heimin eins og við Ormin í Paradís.
Men sonur tín, barnavinurin mikli, sum
tók allar syndir okkara frá okkum, hví mundi
hann trívast so væl har niðri í tarabrúnni og á
køstagarðinum? Mundi tað vera barnið í okk-
um, sum hann helt seg finna har? Barnið við
øllum sínum marglæti, bæði í góðum og
vondum.
O, Harri, nú fløkjast vit aftur í heilaspuna
okkara, sum vit fingu frá Evu, tá hon lurtaði
eftir Orminum. (Bls. 9.)
»Vit« í prologinum talar um ætlanina við
livinum. Um tað, ið hendi í paradísi ikki
skuldi henda, hví kom »hitt eina træi í miðj-
an urtagarðin?« (bls. 5). Træið hevur eina
uppgávu eins og alt annað í skapanarverk-
inum, og tað er hana tann talandi í prolog-
inum biður um verður fullgjørd. Prologurin
skilur millum Jesus og Gud, hann setur
Gudi grundspurningarnar um upprunan,
hví og hvussu alt er vorðið, sum tað er.