Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 34
38
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
Bara eitt lítið sindur mjørkakent um fjøllini
fyri vestan.
Fjarandi sjógvur um hesar leiðir. Tara-
skógimir vóru famir at koma undan. Og ærn-
ar leitaðu sær út á Nesið. Summar við lambi
í hølunum. At leska seg við lesikligum tara-
bløðum.
Ærnar góvu sær sjálvandi ikki far um
bátin. (Bls. 11.)
Umhvørvislýsingin letst at vera eitt við
náttúruna fram til metingina um ærina, ið
ikki gevur sær far um bátin. Har kenst rødd
frásøgufólksins greidliga. Ikki bara ærnar
verða sálarkveiktar, eisini amboðini, sum
menninir hava við sær í bátinum:
... tvey jarnbrot. Ið valla hildu seg vera kom-
in hagar, tey áttu at standa. (Bls. 11.)
Frásøgufólkið trínur viðhvørt beinleiðis
fram í tekstinum og leggur søguna út fyri
lesaran (bls. 176), vísir til okkurt, sum er
umrøtt (bls. 49, 222). Onkuntíð er tað
óbeinleiðis hjástatt, sum tá ið tað talar við
ímyndaða lesaran24 og umrøður beinleiðis
skrivingina:
Prátið innanborða var heldur ikki tað, tú
kundi vænta tær ein góðveðursdag á vári.
Ikki bara okkurt av handahógvi, sum stirvnir
heilar kundu finna uppá at leggja monnum í
munnin undir einum longum róðri. Slíkt, sum
okkurt um veður og streym. Kanska um tann
seina gróðurin í haganum í ár. Ella okkurt
annað. Slíkt, sum menn høvdu mest sum til at
sannføra seg sjálvan um, at teir tó høvdu
fingið onkrar gávur fram um allar hinar
skapningamar. (Bls. 11-12 (áherðslan er mín
MM).)
Frásøgufólkið endurgevur ikki tað, sum er
at hoyra á bátinum, men ímyndar sær og
lesaranum tað, sum ikki er at hoyra. A tann
hátt hevur frásagnarrøddin seg burtur frá og
vísir fram vald sítt at hugleiða um søguna
og tað, sum fer fram í henni. Frásagnar-
røddin kann siga frá tí, sum hendir, og hon
kann siga frá tí, sum ikki hendir. Og í hes-
um sitatinum kemur fram sama ironi, sum
var í prologinum í sambandi við tey høgu
og lágu í skapanarverkinum.
Hinvegin letst frásøgufólkið viðhvørt
ikki at vita, hvat søgupersónarnir ætla sær.
I sitatinum omanfyri stendur, at »Tað sá út
sum« (bls. 11) teir róðu móti einum nesi.
Framhaldið av tí er eitt sindur undrandi
ásannan:
Har var einki at ivast í, at teir ætlaðu sær at
leggja at onkustaðni á Nesinum. (Bls. 12.)
Frásøgufólkið fer stundum heilt inn í per-
sónar og djór, og stundum stendur tað burt-
ur frá og eygleiðir, við hvørt undrandi og
við hvørt sum veit tað meira, enn tað vil
vera við. Tað sæst í afturliti, har nomið
verður við fyrireikingarnar til búsetingina á
Nesinum.
I jólaføstuni hevði hann [Dánjal] sent boð
eftir teimum. Og tá hevði hann lisið burtur úr
tí [sáttmálaskjalinum, sum gav teimum rætt-
in at seta seg niður á Nesið]. Reytt lakk-
stempul var á aftastu síðu. Og skriftin var so
føgur, at tað mátti undra hvønn mann, at hon
skuldi vera skrivað við manna hond. Og aftur
í dimbildagavikuni vóru teir saman komnir.
Dánjal las. Og teir royndu at lurta. Við hvørt
noyddist hann at støðga á, meðan hann inn-
antanna stavaði seg ígjøgnum summi av hes-
um orðunum, sum eingin segði seg hava