Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 57

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 57
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638 61 bært Lucas Debes (1673:159), tó eftir at fyrst tíggjund og síðan finningarfiskur eru tikin av. Reglurnar í Seyðabrævinum frá 1298 um grindaskifti samsvara hvørki lóg ella prak- sis: »Nú reka menn hval á land, teir sum ikki eiga jørð fyri oman og veiða og bjarga úr flóðarmála, teir skulu hava fjórðing burtur av« (Seyðabrævið, 8.grein). Ongar av reglunum um hval eru tiknir við í Seyða- brævinum frá 1637. Louis Zachariasen (1959:96) metir, at lóggávan um grindaskifti hevur ikki strang- liga verið nýtt í 1500-1600 árunum. Men heldur ikki ásetingarnar í Seyðabrævinum heldur hann Itava verið nýttar seinra part av miðaldri, men óivað undan Svartadeyða. Bjørk (1963:168-69) heldur, at tá grinda- menninir eftir Seyðabrævinum bert fáa 1/4, hevur jarðarhvalurin verið restin av grind- ini, 3/4, og at ásetingin í Seyðabrævinum kann hava verið ein føroysk serskipan fyri jarðarhval, sum tó er burturfallin í 1637 og ætlandi er farin úr brúki nógv fyrr. Semja tykist sostatt vera um, at grinda- skifti eftir Seyðabrævinum hevur ikki verið í gildi í tíðarskeiðinum 1584-1638, men óivað til onkuntíð í miðøld. Ein nógv gjøl- ligari kanning av øllum reglum fyri skot- hval, hvalarakstur, rekahval á havi og reka- hval á landi í miðaldar lógarverkinum er uttan iva neyðug fyri til fulnar at fata al- mennar reglur og serskipanir fyri Føroyar í hvalaskifti millum skotmann, finnara, rakstrarmenn, jarðareigarar og kong. Hetta hevði havt týdning ikki einans fyri fatanina av grinda- og døglingaskiftinum, men eis- ini fyri býtið av tí nógva rekahvali, sum er umrøddur í keldunum og eins og grind hev- ur verið virðismettur í skinnum (Bjørk, 1963:173) - og fyri fatanina av rættarbót- unum í Seyðabrævinum. Slik kanning ligg- ur uttan fyri evnið her, men um ásetingarnar í Seyðabrævinum havi eg tó hug at við- merkja, at hóast rakstrarmennirnir einans fáa 1/4 í teirra part, er tað ikki ein neyðug fylgja, at jarðarhvalurin er 3/4. Sum áður ávíst er henda tulking í stríð við alt, vit ann- ars vita um býti av riknum hvali, bæði yvir- høvur í Gulatingsdøminum og í Føroyum. Reglan um partin hjá rakstrarmonnunum stendur í Seyðabrævinum í framhald av regluni um tann part, sum húskallar bónd- ans skulu fáa burtur av skipsfarmi, teir skera av funnum hvali á havi, og sum held- ur ikki samsvarar reglunum í MLL - teir fáa bert 1/7, har teir eftir MLL skuldu fing- ið alt. Bjørk (1963:171) tulkar hetta soleið- is, at talan her er um býti millum bóndan og húskallar hansara, sum eru í vinnu hjá hon- um og rógva út fyri hann. Hesum taki eg undir við, men tá henda reglan snýr seg um rættarviðurskiftini millum bónda og hús- kallar, og sostatt um eitt innanhýsis býti av lógliga partinum hjá finnaranum, er ikki óhugsandi, at teir »menn« sum verða nevndir beint eftir, eru somu húskallar bóndans, og at fjórðingur teirra er 1/4 av rakstrarpartinum eftir MLL, meðan bóndin, teir eru í vinnu hjá, eigur hinar 3 partarnar av rakstrarpartinum. Við hesi tulking verð- ur samsvar millum lóg og praksis øðrumeg- in og rættarbótina Seyðabrævið hinumegin. Hvussu var og ikki, so man full semja vera um, at í tíðarskeiðinum 1584-1638 er grindin skift javnt millum rakstrarmenn og jørðina eftir at tíggjund og finningarfiskur vóru tikin burturav.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.