Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 68
72
GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638
Miðalvirði á øllum kendum kongshvalum í
Føroyum var 38.2 skinn og fevndi í teimum
einstøku grindunum úr 26.9 til 50 skinn.
Virðini í Hvalba liggja nakað væl hægri.
Kongshvalirnir í grindini 1615 kostaðu
43.4 skinn í miðal, og grindirnar 1622 og
1629 eru í hægra enda av tí príslegu, vit
kenna. Grindin 1614 hevur eitt óvanliga
høgt miðalvirði, men 110.6 skinn í miðal
fyri hvalin, sum vit siggja í 1617, liggur
langt oman fyri alt mark (sí talvu 4). Har
ruggar ikki alt rætt. Annaðhvørt er her ikki
talan um grind, hóast døglingur vanliga -
og longu í 1584 (smb. tó Lockwood, 1995:
75) - verður nevndur við navni, ella er okk-
urt tal skeivt í roknskapinum - ella er hetta
ikki rikin grind, men 40 hvalir, sum eru fun-
nir deyðir á sandinum, og skiftir sum rekah-
valur (smb. Lucas Debes, 1673:159-60).
Um grindina 1615 er annars at viðmerk-
ja, at talið á hvalum í grindini er ikki kent.
Tá grindahagtøl siga hesa grindina vera 20
hval er tað skeivt. Hetta er kongsparturin,
og grindin hevur heldur ligið um 135 hval.
Grindir vesturi í Vágum
Vesturi í Vágum eru skrásettar 7 grindir
hetta tíðarskeiðið, men bert í 2 førum er til-
skilað í Miðvági, 1616 og 1621. Hinar
grindirnar kunnu tí hava verið vestanfyri, í
Seyrvági ella Bø. Vanligt er (Bjørk, 1963:
230; Joensen og Zachariassen, 1982: 6.
talva) at rokna við, at allar 7 grindirnar eru
deyðar í Miðvági, men áðrenn vit góðtaka
tað, skulu vit hyggja at møguleikunum
vestanfyri.
Eingin grind sæst at vera deyð í Seyr-
vágsfirði fyrr enn 1813.
I Seyrvági var eingin kongsjørð. Kongs-
parturin í grind er tí bert tíggjundin:
k=t/40 = 2.5%
ÁR H K K% KSK MVK SVSK MV
1613-07-14 50 7 14 300 42.9 12000 240
1614-07-08 37 - - 200 8000 216
1620-08-05 51 - - 320 12800 251
1626-09-16 100 18 18 485 26.9 19400 194
1635-08-20 400 54 14 2025 37.5 81000 203
Av teimum grindum, har vit kenna hvala-
talið í kongspartinum, hevur kongur fingið
5-7 ferðir so nógvan hval, sum hann átti at
fingið í Seyrvági. Miðalvirðini liggja oman
fyri alt mark (sí talvu 4). Hesi tøl siga, at
eingin av hesum grindum kann vera deyð í
Seyrvági.
Markatalið í Bø er 18 mk. Kongsjørðin
var - og er - 13 1/4 mk.
Kongsparturin í grind verður sostatt:
k=t( 1/40+9/20* 13.25/18) = 35.6%
AR H K K% KSK MVK SVSK MV
1613-07-14 50 7 14 300 42.9 842 16.8
1614-07-08 37 - - 200 - 561 15.2
1620-08-05 51 - - 320 - 898 17.6
1626-09-16 100 18 18 485 26.9 1362 13.6
1635-08-20 400 54 14 2025 37.5 5688 14.2
Um hesar grindir eru deyðar í Bø, hevur
kongur bert tikið millum helvt og triðjing
av tí hvalatali, hann átti. Samstundis hava
kongshvalirnir í miðal havt tað virði, sum er
vanligt hetta tíðarskeiði, meðan hinir hval-
irnir í grindini hava óvanliga lágt virði. Eis-
ini hesi tøl vísa, at eingin av hesum 5 grind-
unum er deyð í Bø. Allar 7 grindirnar í
Vágum hetta tíðarskeiði kunnu tí við vissu