Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 22

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 22
26 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA fremmanda samsvarar við viðurskifti í nú- tíðini. Hinvegin órógvast sannlíkindini, tí at lesarin fær ikki skil á nær skaldsøgan fer fram - um tað mundið, tá ið Føroyar vórðu kristnaðar, tá ið svarti deyði gjørdi um seg ella seinni, tá ið sjórænarar herjaðu? Tíðar- myndin er ógreið, og tað ger tað torført at bera saman nútíðina við søgutíðina.9 Kjetil Flatin skiftir søguligu skaldsøgur- nar í tríggjar bólkar.10 Ein er ræðuskaldsøg- an, har søguligi sannleikin hevur lítlan ella ongan týdning. Hesar skaldsøgur blómaðu í 18. og 19. øld. Annar bólkur leggur dent á persónslýsingina - á sálarfrøðiligu lýsing- ina. I teimum gerst tað søguliga búni hjá listfrøðini. Triðja og veruliga søguliga skald søgan er hon, ið otar seg inn í ment- anarligu, sosialu og sálarfrøðiligu viður- skiftini í einum ávísum tíðarskeiði. Stendur persónslýsingin í miðdepli í skaldsøguni, eigur hon at lýsa persónamar í søguligu samtíð teirra, heldur Kjetil Flatin.Tískil er stórur kunnleiki um tíðina og kunnleiki um teir minstu staklutir alneyðugur.11 Nágreiniligasta frágreiðingin um søgu- ligu skaldsøguna er tann hjá Harry E. Shaw.12 Han skilur eisini millum trý sløg av søguligum skaldsøgum, og tey samsvara væl við tey hjá Kjetli Flatin. I tí fyrsta søguliga skaldsøguslagnum hjá Shaw er søgan pastorala, hirðaskaldskapar- lig bakgrund. Henda lýsingin samsvarar við hana hjá Kjetli Flatin, sum sigur at søguligi sannleikin hevur lítlan ella ongan týdning. í føroyskum bókmentum eru hetta skald- søgur sum Rannvá (1971) eftir Dagmar Joensen-Næs, Adalin (1978) eftir Odu H. Pedersen og Vívil (1992) eftir Marionnu Debes Dahl. I hesum skaldsøgunum fær søgan til vega tann hugmyndafrøðiliga pall- in, har mál í nútíðini verða sett upp, greidd og loyst.13 Annað søguliga skaldsøguslagið hjá Shaw hevur søguna sum dramatiska orku- keldu, nýtir tað litfagra og dramatiska í søg- uni at geva skaldsøguni lív. Tað er munur á, at brúka søguna sum ein pall at seta gongd- ina uppá og at nýta søguna til at styrkja ímyndingarevnini í skaldsøguni. Men lívið lær (1972) eftir Heðin Brú er eitt dømi um hetta seinna. Tann søgan fer fram í 1790’- unum og lýsir umstøður og kor soleiðis, at lesarin kann góðtaka at tey eru 18. aldar kor (at høvuðspersónurin Duruta er í so røsk er ikki eitt søguligt mál, men eitt »bók- mentasálarligt« mál). Høvuðsmálið í søg- uni er, at Duruta er ognarleys arbeiðskona og fær barn við einum fremmandum, sjó- rænara ivaleyst. At fáa bam uttan at um- støðurnar eru í lagi hevur verið eitt vanda- mál í langa tíð. Tað var stórt umrøðuevni í 1960 og 70’árunum, men fær serligt ljós á seg, tá ið tað er flutt aftur í 1790’árini, tá ið skaldsøgan vil vera við at giftingarbann og bátsband skipaðu samlívið millum menn og konur. Triðja slagið hjá Shaw er søguliga skald- søgan, har søgan sjálv er evnið - tann veru- liga søguliga skaldsøgan eftir Kjetil Flatin. Søguligar skaldsøgur, sum hava søguna sjálva sum høvuðsevni royna at ímynda, skilja og meta tað, tær lýsa. Viðhvørt gera tær upp við tað lýsta, viðhvørt lata tær sær lynda. Slíkar søguligar skaldsøgur geva søguni skap og meining. Tað ber til at seta brøv, dagbókabrot og onnur skjøl inn í skaldsøguna, men flestøllum høvundum dámar betur at hendingargongdin og søgu-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.