Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 60
64
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638
Tær einstøku grindirnar verða væl lýstar í
roknskapunum, helst óneyðuga væl í mun
til roknskaparendamálið. Vit fáa ikki ein-
ans at vita, hvat kongur hevur fingið burtur
úr í peningi og hvørji vøru, goldið er við.
Vit fáa eisini javnan upplýst, nær grindin
doyði, hvar hon doyði, hvussu nógvur hval-
ur var í grindini og hvussu nógvan hval,
kongur fekk úr grindini. í talvu 1 eru hesir
upplýsingar settir upp í tíðarrøð. Upplýs-
ingarnir kunnu nýtast at rokna út miðalvirði
á grindahvalunum, men í eini grind fáa vit
beinleiðis at vita virði á hvørjum einstøkum
hvali, sum fall í kongsins part. Greiningin
av upplýsingunum fer tí at byrja við hesi
grindini.
Virði á tí einstaka hvalinum.
Úr grindini í Skálafirði 1588 fekk kongur
23 hvalir í sín part. Hvalirnir vórðu seldir
fyri tilsamans 43 gl 5 skinn, sum varð gold-
ið við fiski, ull, skinnum, tálg og smøri. Tað
áhugaverda við hesi grindini er, at sølan av
kongspartinum er útgreinað. Upplýst verð-
ur, hvør keypti hvønn einstakan hval, hvat
hann kostaði og hvat goldið varð við. Út-
greinaða sølan er sett upp í talvu 2, tó uttan
at nøvn keyparana eru tikin við. Nevnt kann
tó verða, at keyparamir koma víða úr land-
inum: Nólsoy, Koltri, Sandoy, Gjógv,
Havn, Nesi, Viðareiði, Hvannasundi, Norð-
oyri, Kunoy, Elduvík, Húsum, Mikladali og
Lamba.
Talva 2. Sølan av kongspartinum í Skálafirði 1588.
Tal Prísur G1 Sk Gjald
1 2 1/2 5 Fiskur:
1 1 Fiskur:
1 2 Fiskur:
I 3 Fiskur:
1 2 Fiskur:
1 2 Fiskur:
2 4 1/2 Fiskur:
1 1 5 Fiskur:
1 1 Fiskur:
1 2 1/2 Skinn:
1 2 5 Fiskur:
1 2 Fiskur:
1 1 Fiskur:
1 1/2 Fiskur:
1 5 Fiskur:
1 2 1/2 Tálg:
1 2 1/2 Tálg:
1 1 5 Fiskur:
I 3 Smør:
1 2 1/2 Fiskur:
1 1 1/2 Fiskur:
1 2 Fiskur:
23 43 gl 5 sk Tilsam;
2 1/2 vág 5 skinn.
1 vág.
2 vágir.
2 vágir, skinn: 20.
2 vágir.
2 vágir.
4 1/2 vág.
1 vág 5 skinn.
1 vág.
1 kippa (=40), ull: 1/2 vág.
2 vágir 5 skinn.
2 vágir.
1 vág.
1/2 vág.
5 skinn.
2 1/2 vág.
1 vág,fiskur: 1 vág, skinn: 10
1 vág 5 skinn.
1 vág,fiskur: 1 1/2 vág.
2 1/2 vág.
1 1/2 vág.
2 vágir.
is = 37,4 skinn í miðal.