Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 37
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
41
leys fáa ogn og skipa sítt egna samfelag.
Hon lýsir, at arbeiði skal til, men tað er
kortini ikki nóg mikið, og júst tá tað kemur
til hugsjónir og hugmyndir vísir skaldsøgan
seg sum eitt satt barn av seinnu helvt av
tjúgundu øld. Endmálið hjá skaldsøguni er
ikki beinleiðis at vísa á samsvar og ósam-
svar millum fortíð og nútíð, men burtur úr
øllum teimum hugmyndafrøðiligu málum,
sum hon kundi valt at viðgjørt saman við
niðursetuspurningunum, hevur høvundurin
júst valt mál, sum hava verið sera aktuel í
okkara mentan hesi seinastu tretivu árini:
kvinnurættindi, hjúnalag, barnloysi og
átrúnaður. Veraldarligi boðskapurin í
Fuglakvæðinum at hvør eigur at sleppa at
liva í sínum náðum var kanska serliga gald-
andi í Føroyum og hevði sín serstaka dám í
19. øld. I okkara tíð er hann alheimslig
utopi, hóast hann átti at verið sjálvsagdur.
Politikkur annars er bara umrøddur og
nevndur í skaldsøguni - tað eru kynjamál
og átrúnaður sum gjøgnumsúrgað hana. Tí
er ...hvørt við sínar náðir ein skaldsliga
søga um tíðina 1837-77, sum ímyndar part-
ar av okkara tíð.
Notur
1. Mette Winge »Om at skrive historiske romaner« í
Siden Saxo nr. 1. 1991, bls. 29-33.
2. The Historical Novel 1962, fyrstuferð givin út í
Moskva 1937.
3. Harry E. Shaw The Forms of Historical Fiction. Sir
Walter Scott and His Successors. Ithaca & London
1983, bls. 26, nota 10.
4. Bo Eldbrønd-Bek »Om den historiske roman« í
Historie Ny række bd. 14, bls. 653.
5. Peder Madsen í Dansk litteraturhistorie bd. 8, Gld.
1985, bls. 74.
6. Sí grein eftir Turið Sigurðardóttir í Brá nr. 20,1993.
7. Umframt tær lýsingar av søguligu skaldsøguni, sum
verða umrøddar, kann eg vísa til: Anne Birgitte
Rønning »1 dialog med fortiden. Den nye historiske
roman« í Norsk kvinnelitteraturhistorie bd. 3, 1990
bls. 68ff. Asbjørn A. Aarseth í Episke strukturer,
1976.bls.66ff.
8. Bo Elbrønd-Bek »Om den historiske roman« í
Historie Ny række bd. 14, hft. 4, bls. 651-667
9. Vinalagið, samfelagið og náttúran Tórsh. 1994, bls.
219-23.
10. Kjell A.Flatin »Historisk roman - emigrantroman« í
Edda 1977 bls. 157-70.
11. Flatin bls. 158.
12. Harry E. Shaw The Forms of Historical Fiction
1983.
13. Shaw 1983 bls. 52.
14. A vári 1996 umrøddi sv-sendingin »Mentan á
køldum gólvum« sama mál og mestsum gramdi seg
um at nýggju føroysku skaldsøgumar ikki viðgera
samtíðina.
15. Chr. Matras Evangelium Sankta Matteusar, bd. 11
bls. 15.
16. Haraftuat ivist eg í um tey »traktaðu« kaffi (bls. 119)
so tíðliga í 19. øld og um smákøkurnar, sum Oluva
bjóðar Binu afturvið kaffinum (bls. 226) eru sann-
líkar.
17. Janus Mohr Lív og lutir, 1974. bls. 141-169 og
Nýbýli. Hvítanes 150 ár, 1987.
18. Janus Mohr 1974 bls. 144-45 og 1987, bls. 23ff.
19. Jákup Poulsen eftir Janus Mohr 1974 bls. 154 og
1987 bls. 18.
20. Dánjal Petersen eftir Janus Mohr 1974 bls. 154 og
1987 bls. 18.
21. Janus Mohr 1974 bls. 157 og 1987 bls. 19.
22. Lamba Poul, Poul Jensen eftir Janus Mohr 1974 bls.
148 og 1987 bls. 14.
23. Eyðun Andreassen 1992: Folkelig offentlighed, bls.
119ff, 284 ff.
24. Imyndaði lesarin er tann hugmyndin av lesaranum,
sum býr í ella undir tekstinum og sum viðhvørt kem-
ur undan kavi. Sí t.d. Morten Nøjgaard Det litterære
værk, Odense 1993 bls. 115-118.
25. Sir Walter Scott ger tað sama, tá ið hann eitt nú í
Ivanhoe ferð eftir ferð ger vart við, at tað em keldur-
nar, ið siga so ella so, hóast tað fyri lesaran kann
tykjast fløkt.