Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 67
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638
71
Nýingarnir í Lítlu Dímun
»Sankt Hans dag udi sommer, udi en grue-
lig kulde og fogsne, som skete pá Færø, da
var af Guds forsyn og underbarlig hændelse
udi land kommet pá Lille Dimenn 4 smá
hvalfisk, som kaldes Nyinnger. Prouistenn
Simen Jennssen pá Suderrø annamede
Kongelig Majestæts part af fornævnte 4
hvalfisk, som blev vurderet for Gylden 4
1/2, der pá oppebáret Fisk 2 vager. Rest 2
1/2 gylden.« Sí myndina á síðu 68.
Soleiðis ljóðar, í eitt sindur nútíðargjørd-
ari rættskriving, elsta varðveitta frágreið-
ingin um grind í Føroyum í fútaroknskapin-
um fyri 1584. Hnýðingr er norrøna heitið á
tí hvali, vit nú nevna grindahval, eitt orð,
sum um hetta mundið er um at treingja nor-
røna orðið burtur. »Hualsgrind« verður um-
rødd av P. Claussøn Friis í 1592 (Dahl,
1962:166), og Olavur Larvasson skutlaði
»grindhvale« í 1619. Orðið grind verður tó
ongatíð nevnt í fútaroknskapunum 1584-
1653,bert smáhvalfiske.t. Annað dømi um
málsliga afturhaldið í somu fútaróknskap-
um er, at gyllin í jørð ikki eina ferð verður
nevndur, hóast gyllinsmetingin í jørð tá var
vanlig millum manna.
Prósturin (t.e. sýslumaðurin) tekur við
kongspartinum. Sum Louis Zachariasen
(1953:89) førir fram, er Lítla Dímun øll
kongs, og kongur hevur tí fingið allan jarð-
arhvalin. Men nýingamir í Lítlu Dímun
hava ikki verið riknir á land. Her er talan
um hval, sum er funnin upprikin (Bjørk,
1963:182), og hava hvalirnir tí ikki verið
skiftir sum grind. Um rekahval sigur MLL
VII-64-5: »Nu ræker hval paa nogen mands
land, enten inden- eller utengards, da eier
kongen den halve og landdrotten den halve,
undtagen finderspækket —«. í hesum føri
hevur kongur sostatt fingið allar nýingar-
nar, undantikið »finderspæk« og tíggjund.
Grindir í Hvalba
I Hvalba eru 5 grindir skrásettar hetta tíðar-
skeiðið. Kongur eigur 26 1/2 mørk í festi-
jørð, umframt prestagarðin, sum prestur
tekur jarðarhvalin av.
Markatalið í Hvalba er tíverri ógreitt. Nú
verður tað sett til 97 mk 5 gl, Svabo (1781)
hevur 98 mk 4 gl og elsta varðveitta Matrik-
ulbókin frá 1705 hevur 97 1/2 mk. Ólagið
tykist mest at stava frá prestaskeiði Hans
Hanssøn Hardis (1630-55), tá m.a. ein
lunnindaleys mørk fekk áseyð í 1647 (And-
ersen, 1895:435; Degn, 1945:250; Ting-
bókin, 1615-55:376-77). Eg meti, at rætta
markatalið er 96 mk, men full vissa er tó
ikki fyri, at grind hevur verið skift til 96 mk
í tíðarskeiðnum 1584-1639.
Nýta vit 96 mk verður kongsparturin
k=t( 1/40+9/20*26.5/96) = 14.92%
Samlaða virði á kongspartinum kenna vit.
Her er tað umroknað til skinn (KSK). Mið-
alvirði á kongshvalunum (MVK) kendu vit
frammanundan bert í grindini 1615, men nú
ber til at rokna út samlaða peningavirði í
allari grindini í skinnum (SVSK). Samlaða
virðið á grindini kann síðan verða býtt við
hvalatalinum í grindini, og fáa vit tá miðal-
virði (MV) á hvalunum, roknað í skinnum.
ÁR H K K% KSK MVK SVSK MV
1614-08-18 50 - 500 - 3351 67.0
1615-07-03 - 20 - 867 43.4 5811 -
1617-08-09 40 - 660 - 4424 110.6
1622-05-26 200 - 1327 - 8894 44.5
1629-06-10 20 - 160 - 1072 53.6