Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 67

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 67
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638 71 Nýingarnir í Lítlu Dímun »Sankt Hans dag udi sommer, udi en grue- lig kulde og fogsne, som skete pá Færø, da var af Guds forsyn og underbarlig hændelse udi land kommet pá Lille Dimenn 4 smá hvalfisk, som kaldes Nyinnger. Prouistenn Simen Jennssen pá Suderrø annamede Kongelig Majestæts part af fornævnte 4 hvalfisk, som blev vurderet for Gylden 4 1/2, der pá oppebáret Fisk 2 vager. Rest 2 1/2 gylden.« Sí myndina á síðu 68. Soleiðis ljóðar, í eitt sindur nútíðargjørd- ari rættskriving, elsta varðveitta frágreið- ingin um grind í Føroyum í fútaroknskapin- um fyri 1584. Hnýðingr er norrøna heitið á tí hvali, vit nú nevna grindahval, eitt orð, sum um hetta mundið er um at treingja nor- røna orðið burtur. »Hualsgrind« verður um- rødd av P. Claussøn Friis í 1592 (Dahl, 1962:166), og Olavur Larvasson skutlaði »grindhvale« í 1619. Orðið grind verður tó ongatíð nevnt í fútaroknskapunum 1584- 1653,bert smáhvalfiske.t. Annað dømi um málsliga afturhaldið í somu fútaróknskap- um er, at gyllin í jørð ikki eina ferð verður nevndur, hóast gyllinsmetingin í jørð tá var vanlig millum manna. Prósturin (t.e. sýslumaðurin) tekur við kongspartinum. Sum Louis Zachariasen (1953:89) førir fram, er Lítla Dímun øll kongs, og kongur hevur tí fingið allan jarð- arhvalin. Men nýingamir í Lítlu Dímun hava ikki verið riknir á land. Her er talan um hval, sum er funnin upprikin (Bjørk, 1963:182), og hava hvalirnir tí ikki verið skiftir sum grind. Um rekahval sigur MLL VII-64-5: »Nu ræker hval paa nogen mands land, enten inden- eller utengards, da eier kongen den halve og landdrotten den halve, undtagen finderspækket —«. í hesum føri hevur kongur sostatt fingið allar nýingar- nar, undantikið »finderspæk« og tíggjund. Grindir í Hvalba I Hvalba eru 5 grindir skrásettar hetta tíðar- skeiðið. Kongur eigur 26 1/2 mørk í festi- jørð, umframt prestagarðin, sum prestur tekur jarðarhvalin av. Markatalið í Hvalba er tíverri ógreitt. Nú verður tað sett til 97 mk 5 gl, Svabo (1781) hevur 98 mk 4 gl og elsta varðveitta Matrik- ulbókin frá 1705 hevur 97 1/2 mk. Ólagið tykist mest at stava frá prestaskeiði Hans Hanssøn Hardis (1630-55), tá m.a. ein lunnindaleys mørk fekk áseyð í 1647 (And- ersen, 1895:435; Degn, 1945:250; Ting- bókin, 1615-55:376-77). Eg meti, at rætta markatalið er 96 mk, men full vissa er tó ikki fyri, at grind hevur verið skift til 96 mk í tíðarskeiðnum 1584-1639. Nýta vit 96 mk verður kongsparturin k=t( 1/40+9/20*26.5/96) = 14.92% Samlaða virði á kongspartinum kenna vit. Her er tað umroknað til skinn (KSK). Mið- alvirði á kongshvalunum (MVK) kendu vit frammanundan bert í grindini 1615, men nú ber til at rokna út samlaða peningavirði í allari grindini í skinnum (SVSK). Samlaða virðið á grindini kann síðan verða býtt við hvalatalinum í grindini, og fáa vit tá miðal- virði (MV) á hvalunum, roknað í skinnum. ÁR H K K% KSK MVK SVSK MV 1614-08-18 50 - 500 - 3351 67.0 1615-07-03 - 20 - 867 43.4 5811 - 1617-08-09 40 - 660 - 4424 110.6 1622-05-26 200 - 1327 - 8894 44.5 1629-06-10 20 - 160 - 1072 53.6
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.