Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 23

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 23
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 27 persónarnir sjálvir dramatisera meiningina í søguligu tilgongdini. .... hvørt við sínar náðir ...hvørt við sínar náðir er ein søgulig skald- søga um eina niðursetubygd, og hon er væl og virðiliga tíðarfest søguliga í tekstinum sjálvum. Søgan leggur fyri í 1837, tá ið bygdin Nes verður grundað og endar um- leið 1877. Skaldsøgan hevur stóran áhuga fyri teimum veruligu umstøðunum, ger sær ómak at geva eina sannlíka mynd av viður- skiftunum. Tíðarmunurin og fjarstøðan millum søguligu tíðina og skaldsøguskrivingina eru sjónlig í frásagnarháttinum. Frásagnar- fólkið er ikki altíð ført fyri at siga frá og sigur tað fyri lesaranum. ... hvørt við sínar náðir er dømi um eina veruliga søguliga skaldsøgu, hon setur søguligu umstøðurnar sjálvar í miðdepilin og letur persónarnar lýsa tær. Summar »óneyðugar tíðarvillur« vísa á trupulleikarnar at skriva søguliga skaldsøgu. Skaldsøgan er harafturat staðfest á ein- um nesi, sum er nær Havnini og fyrimyndin er Hvítanes, sum júst er grundað í 1837. Permumyndin á bókini er málningur av Hvítanesi - perman beinir tískil lesaranum á fyrimyndina. Gongdin Søgan er íspunnin av teimum broytingum, sum fara fram í lívinum hjá seks ímyndað- um hjúnum, tá ið tey flyta á Nesið. Skald- søgan lýsir fyrsta ættarliðið har. Gongdin í søguni sigur frá, hvussu tey seta seg niður og arbeiða, til tey hava skapað tær umstøð- ur, sum skulu til, fyri at vanligt gerandislív kann taka við. Tá ið tað er komið í eina fasta legu, skiftir skaldsøgan kós og fer at lýsa tvey av fólkunum nágreiniligari. Skaldsøgan endar, tá ið tey bæði og megin- parturin av upprunaligu niðursetufólkunum eru deyð. Skaldsøgan kann skiftast í tríggjar høv- uðspartar millum »Prologos« og »Epilog- os«. Fyrsti partur (teir átta fyrstu kapitlarnir) setur allar tólv persónarnar á søgupallin. Teir seks menninir koma á plássið, har bygdin skal verða, at laða bøgarðar og byggja hús. Síðani koma konumar og børn- ini. Jørðin innangarðs verður býtt og skúli skipaður í bygdini. Pløyen amtmaður stílar fyri, at tað ber til hjá hesum fólkunum at seta seg niður á Nesinum. Annar partur (kap. 9-14) greiðir frá lívin- um á Nesinum ta fyrstu tíðina, arbeiðið tær ymsu árstíðirnar og viðurskiftini millum húsini. Munirnir millum persónarnar verða greiðari so hvørt sum innløga og velting síggjast eftir hjá teimum. Skaldsøgan er fyrst ein kollektiv skald- søga, har eingin ávísur søgupersónur er settur fram um hinar. I triðja parti (kap. 15- 25) broytist hetta. Skaldsøgan fær veruliga gongd, tí tveir persónar koma fram um hini. Tað eru barnleysa einkjan og lærarinnan Oluva og Páll, sum ikki er so raskur bóndi og innløgumaður sum hinir í bygdini, men heldur hugsar, lesur og fregnast eftir tíðind- um í Havn. Oluva og Páll verða góð, hon verður við bam og missir lærarinnustarvið. Har sleppur skaldsøgan teimum. Eftir tað frættist, at Oluva doyr, og Páll fer til Havn- ar at búgva.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.