Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 32
36
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
undan kavi, og skaldsøgan tykist fáa størri
áhuga fyri kynjaskipanunum enn fyri teim-
um almennu skipanunum millum høg og
lág, rík og fátøk.
Ongar søguligar keldur eru til um,
hvussu fólk veruliga talaðu saman í hesi
tíðini. Málburðurin og prátið eru tí íspunnið
alt, sum tað er. I práti sínámillum bera kon-
urnar menninar saman við djóraungar.
Sigga kallar teir »hanungar« (bls. 55) eins
og Marsanna, sum á á nútímans hátt leggur
dent uppalingina:
Men sannleikin er tann, Oluva, at tá tað kem-
ur til tað, tá eru teir einki øðruvísi enn bøm-
ini. Sum trøllvaksin børn, annað eru teir ikki.
Og vit. Vit eru frá bami av vandar upp til, at
teir skulu ráða. Vit skulu halda undan og vera
eftirlátligar. Og tað vita teir, at soleiðis skal
tað vera. Og so gera teir seg upp, sum aðrir
hanaungar. Skulu hava okkum til at knokk-
royta. Og til at digga fyri sær. Nei, Oluva,
álvara tos. Men undir rekkjuváðini, tá kanst
tú fara við teimum sum við smábømum. Alt
einki uttan lótir. So býttar eru vit nú heldur
ikki. (Bls. 113.)
Hetta er kunnleiki, sum bert konurnar hava.
Bara tær vita av honum, og eingin annar
fær innlit í hann. Tað sum tær hava í felag,
verður bert umrøtt teirra millum og er tí
dult fyri opinbera, fólksliga - og kallmans-
liga - almenninum.
Sjónarmiðini hjá konufólkinum um
menninar samsvara við hugburðin í søguni
um kynini, tí mannfólkaprátið váttar, at tær
hava rætt. Meðan menninir laða garð og fáa
húsini upp, snýr prátið seg um lívið »undir
rekkjuváðini«. Hálvdan sigur:
- Nei, gudsdoyð má eg hava Marsonnu
suður. Hvat sigur tú, Páll?
- Suður í hesa kroysuna at liggja. So skal
tú ongantíð fara av henni. Tí annars verður
ov trongligt.
- Tvætl í tykkum. Vit fara norður eina
fríggjaraferð av og á. Annars verður alt aftur-
gróvið, áðrenn vit síggja tær aftur.
- Ella tær fáa sær húskall til at røkja sær
bøkkin, meðan vit eru her. Hvat heldur tú,
Jákup. (Bls. 17.)
Av tí at teir eru einsamallir fáa teir umrøtt
kynslívið, sum teir vilja. Samstundis verða
hjúnaløgini lýst millum reglurnar:
- Nú Páll, hvat man Sigga gera í kvøld?
royndi hann [Hálvdan] so spakuliga.
Tað var ein góð løta, áðrenn Páll læt við
seg koma.
- Lat tú Siggu vera Siggu, Hálvdan. Oluk-
sáligur ófriður á tær er. Er sami ófriðurin á
Marsonnu eisini, so vildi eg ikki ligið ímill-
um, tá tú røkkur henni aftur.
- Hvussu var tað Hálvdan? Teir siga, at
Marsanna vildi ikki siga ja, fyrr enn Con-
tractin var komin frá Pløyen.
- Hvør sigur tað?
- Tað sigur Páll.
Men Páll segði, at nú vildi hann ikki hoyra
meira av hasum tvætlinum. - Tað, sum hevur
alt í kjaftinum, hevur lítið onkra aðra staðni.
Hygg at Jákupi. Hann sigur ongantíð nakað.
Tá svór Hálvdan við. Men hann tagnaði
aftur. Oluva og Jákup vóru barnleys. Hóast
gift í fleiri ár. (Bls. 21.)
Niðursetufólkini kenna øll, at endamálið
við hjúnalagnum er at fáa bøm. Tá ið sam-