Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 69
GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638
73
sigast at vera deyðar í Miðvági.
I Miðvági eru 48 mk í jørð. Festijørðin
var tá 14 mk. Kongsparturin í Miðvági
verður sostatt:
k=t( 1 /40+9/20* 14/48) = 15.63%
Á sama hátt sum í Hvalba, kunnu vit nú
rokna út miðalvirði á hvalunum í grindini:
AR H K K% KSK MVK SVSK MV
1613-07-14 50 7 14 300 42.9 1919 38.4
1614-07-08 37 - - 200 - 1280 34.6
1616-10-16 130 - - 840 - 5374 41.3
1620-08-05 51 - - 320 - 2047 40.1
1621-09-23 250 4 - 1091 - 6980 27.9
1626-09-16 100 18 18 485 26.9 3103 31.0
1635-08-20 400 54 14 2025 37.5 12956 32.4
Tilsamans 550 7914.4 %
í teimum 3 grindunum, har vit kenna bæði
talið á grindini og kongspartinum úr henni,
hevur kongur í miðal tikið 14.4 % av hvala-
talinum.
Tað sæst, at í Miðvági sýna øll miðal-
virðini tær upphæddir, sum vóru vanligar í
tíðarskeiðinum.
I 1632 fóru 6 mk burturav kongsjørðini í
Miðvági, tá Kálvalíð gjørdis náðisgarður.
Náðisgarðarnir vórðu í 1673 latnir presta-
einkjunum í kallinum. Prestarnir tóku
sjálvir jarðarhvalin av prestagørðunum, og
Kommissionsbetænkningen (1709-10:81)
upplýsir, at prestaeinkjurnar tá tóku jarðar-
hvalin av náðisgørðunum. Tað hevði tí ver-
ið rímiligt at hugsa sær, at prestarnir longu
í 1632 tóku jarðarhvalin av náðisgørðun-
um, men tá hevði kongsparturin í grindini
1635 bert verið 10% og hevði tað givið hesi
tøl:
AR H K K% KSK MVK SVSK MV
1635 400 54 14 2025 37.5 20250 50.6
Kongur hevði tikið 14 hval fleiri, enn hann
átti, miðalvirði hevði verið óvanliga høgt
fyri Miðvág, og munurin á kongshvalunum
og grindini annars hevði verið órímiliga
stórur. Eg meti tølini prógva, at kongur
framvegis tekur jarðarhvalin av náðisgørð-
unum í 1635. Broytingin er helst ikki
komin í fyrr enn 1673.
Grindir norð í Sundum
Hvalvágin Norðuri í Sundum (Hvalvík,
Streymnes og Oyri) var samanløgd undan
1781 (Svabo 1781-82:254), men fyri tað er
ikki vist, at hon eisini hevur ligið saman í
tíðarskeiðnum 1584-1638, tá 14 grindir eru
skrásettar í Hvalvík, Streymnesi og á Oyri,
umframt 1 við Norðskála. Fyri at vita,
hvussu grindin hevur verið skift, er tað tó
neyðugt at vita, um jarðarhvalurin fellur til
hvørja bygd sær, ella um bygdirnar hava
ligið saman. Her skal tí verða kannað, hvat
fútaroknskapirnir siga um hvalvágna.
1600-09-04: udi Qualuig (24 hval),
1602-08-08: udi Strømeness (60 hval),
1614- 07-05: Paa Øre och Strømmenes Land (72 hval),
1615- 07-28: Paa Qualuig och Strømmennes Lannd (14 hval),
1615-07-28?: Noch Indkom der sammesteds Norder wid
skaale paa Østerø Land (32 hval)( stendur beint
eftir fyrru grindina),
1617- 09-05: Paa qualvig och Strømness Lannd (80 hval),
1618- 12-13: paa Øre Land (150 hval),
1619- 07-09: paa Øre Land (90 hval),
1621-08-01: Norder i Sundet, Paa Ørre och Strømenes Land
(250 hval), »deraf tillfalt Kong. Mayts. Paa
Begge land 93 fiske«,
1621-09-05: Norder i Sundet paa Øre och Strømnes Land
(500 hval),
1624-08-06: wed Strømnes Land j Strømøø (100 hval),
1624-08-06: Same Dag indkom ved Øre Land j Østerøø (80
hval),
1628-04-24: udj Østerøø, ved Ørreland (40 hval),