Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 27
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA
31
Smálutir í tekstinum vísa á møguligar
broytingar í gerandislívinum í tíðarskeiðin-
um. Eitt nú urtapotturin, sum Oluva hevur
fingið frá mammu síni og hevur við sær á
Nesið (bls. 54). Slíkt hevur Bina bara
»hoyrt nevnt rósur ella liljur« (bls. 54). Tá
hon seinni vitjar inn á gólvið, hevur Óluva
tríggjar urtapottar, og tá skal Bina frá »av-
leggara« og Óluva skal læra hana at seta
hann niður (bls. 225). Urtapottar kendu tey
ikki til, og skaldsøgan ger tað sannlíkt, at
tað kom fram at hava plantur inni einaferð í
seinnu helvt av 19. øld.
Okkurt er, ið brýtur søguligu tíðarmynd-
ina. Nærum einki verður sagt frá matar-
haldinum á Nesinum, uttan tá maturin er
um at ganga undan hjá monnunum meðan
teir laða garðarnar. I smiðjuni hjá Óla hava
teir bara frætt um komfýrar, sum eru at fáa
í Havn (bls. 223). Tí kennist tað løgið, at
inni í nýggja físibjølginum í smiðjuni hjá
Óla er ein klaffur, sum verður borin saman
við eina breyðflís (bls. 194). Breyð varð
ikki bakað fyrr enn tey høvdu ovn, og tað er
ikki sannlíkt at tey skulu bera klaffin, sum
tey ikki høvdu hoyrt um áður, saman við
eitt annað fyribrigdi, sum eisini mundi vera
ókent. Hetta eru smálutir, sum vísa á brot í
søguligu tíðarmyndini,16 men sum ikki nýt-
ist at órógva lesturin stórvegis.
Teir spumingar, sum fólkini á Nesinum
hava at dragast við út um dagliga yrkið, og
sum summi teirra hugsa gjølliga um, eru í
mongum førum teir somu, sum eru ella
hava verið uppi í okkara tíð. Eitt nú munir-
nir millum lívsfatan hjá konufólkum - sum
viðhvørt eru ramir feministar - og mann-
fólkum og ivin um Gud. 1 báðum førum
leggur skaldsøgan fram sjónarmið sum
kundu verið úr okkara tíð.
Hvør er Gud? Nei, nú spyrji eg ikki longur
hvør. Nú eri eg farin at spyrja: Hvat er Gud,
og hvar er hann? Er Gud fyrst og fremst í
teimum andaligu virðunum, sum vit finna í
okkum sjálvum? Og andaligu virðini, er nak-
að mark fyri teimum? Kenslulívið. Sálin.
Tað hon kann rúma av kærleika. Ella av sam-
kenslu. Kann tað vera annað enn Gud, ið so-
leiðis tekur bústað í okkum? Hvussu kann
hann vera nakra aðrastaðni uttan í okkum
sjálvum? (Bls. 235.)
I hesum sambandi stingur spumingurin seg
upp, um tað ber til at lýsa fólk, sum livdu
fyri góðum hundrað árum síðani, so at tey
veruliga samsvara við sína tíð. Tað er einki
at ivast í, at skemtað var við Guds navni
mitt í 19. øld, men tónin í sitatinum um
»hvat« og ikki »hvør« Gud er, tykist so nú-
tíðarligur, at tað ber til at ivast í, um hann
eisini er 19. aldarligur. Og her liggja torføru
spurningarnir hjá søguligu skaldsøguni.
Ber tað til at ímynda sær og lýsa sinnalag,
hugburð og hugsunarhátt hjá fólkum, sum
livdu í øðrvísi umstøðum enn høvundurin
og lesarin? Sálin, sum Óluva og Páll tosa
nógv um, er kanska átrúnaðarliga ein
óbroytilig eind. Sálarlív veldst annars um
tíð, umhvørvi og mentan.
Nesbúgvar og niðursetufólkini
á Hvítanesi
Høvuðspersónarnir í skaldsøguni eru ikki
søguliga veruligir, men teir eru heldur ikki
púra íspunnir. Nesbúgvar í skaldsøguni
hava lænt summi eyðkenni frá teimum
veruligu niðursetufólkunum á Hvítanesi,
soleiðis sum tey eru lýst í Nýbýli. Hvítanes