Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 27

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 27
SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA 31 Smálutir í tekstinum vísa á møguligar broytingar í gerandislívinum í tíðarskeiðin- um. Eitt nú urtapotturin, sum Oluva hevur fingið frá mammu síni og hevur við sær á Nesið (bls. 54). Slíkt hevur Bina bara »hoyrt nevnt rósur ella liljur« (bls. 54). Tá hon seinni vitjar inn á gólvið, hevur Óluva tríggjar urtapottar, og tá skal Bina frá »av- leggara« og Óluva skal læra hana at seta hann niður (bls. 225). Urtapottar kendu tey ikki til, og skaldsøgan ger tað sannlíkt, at tað kom fram at hava plantur inni einaferð í seinnu helvt av 19. øld. Okkurt er, ið brýtur søguligu tíðarmynd- ina. Nærum einki verður sagt frá matar- haldinum á Nesinum, uttan tá maturin er um at ganga undan hjá monnunum meðan teir laða garðarnar. I smiðjuni hjá Óla hava teir bara frætt um komfýrar, sum eru at fáa í Havn (bls. 223). Tí kennist tað løgið, at inni í nýggja físibjølginum í smiðjuni hjá Óla er ein klaffur, sum verður borin saman við eina breyðflís (bls. 194). Breyð varð ikki bakað fyrr enn tey høvdu ovn, og tað er ikki sannlíkt at tey skulu bera klaffin, sum tey ikki høvdu hoyrt um áður, saman við eitt annað fyribrigdi, sum eisini mundi vera ókent. Hetta eru smálutir, sum vísa á brot í søguligu tíðarmyndini,16 men sum ikki nýt- ist at órógva lesturin stórvegis. Teir spumingar, sum fólkini á Nesinum hava at dragast við út um dagliga yrkið, og sum summi teirra hugsa gjølliga um, eru í mongum førum teir somu, sum eru ella hava verið uppi í okkara tíð. Eitt nú munir- nir millum lívsfatan hjá konufólkum - sum viðhvørt eru ramir feministar - og mann- fólkum og ivin um Gud. 1 báðum førum leggur skaldsøgan fram sjónarmið sum kundu verið úr okkara tíð. Hvør er Gud? Nei, nú spyrji eg ikki longur hvør. Nú eri eg farin at spyrja: Hvat er Gud, og hvar er hann? Er Gud fyrst og fremst í teimum andaligu virðunum, sum vit finna í okkum sjálvum? Og andaligu virðini, er nak- að mark fyri teimum? Kenslulívið. Sálin. Tað hon kann rúma av kærleika. Ella av sam- kenslu. Kann tað vera annað enn Gud, ið so- leiðis tekur bústað í okkum? Hvussu kann hann vera nakra aðrastaðni uttan í okkum sjálvum? (Bls. 235.) I hesum sambandi stingur spumingurin seg upp, um tað ber til at lýsa fólk, sum livdu fyri góðum hundrað árum síðani, so at tey veruliga samsvara við sína tíð. Tað er einki at ivast í, at skemtað var við Guds navni mitt í 19. øld, men tónin í sitatinum um »hvat« og ikki »hvør« Gud er, tykist so nú- tíðarligur, at tað ber til at ivast í, um hann eisini er 19. aldarligur. Og her liggja torføru spurningarnir hjá søguligu skaldsøguni. Ber tað til at ímynda sær og lýsa sinnalag, hugburð og hugsunarhátt hjá fólkum, sum livdu í øðrvísi umstøðum enn høvundurin og lesarin? Sálin, sum Óluva og Páll tosa nógv um, er kanska átrúnaðarliga ein óbroytilig eind. Sálarlív veldst annars um tíð, umhvørvi og mentan. Nesbúgvar og niðursetufólkini á Hvítanesi Høvuðspersónarnir í skaldsøguni eru ikki søguliga veruligir, men teir eru heldur ikki púra íspunnir. Nesbúgvar í skaldsøguni hava lænt summi eyðkenni frá teimum veruligu niðursetufólkunum á Hvítanesi, soleiðis sum tey eru lýst í Nýbýli. Hvítanes
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.