Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 53
57
Grindaprísir og skinnatal 1584-1638
Arne Thorsteinsson
Føroya Fornminnissavn, Hoyvík, Postboks 1155, FR-110 Tórshavn, Faroe Islands
Úrtak
Grindalógir og rættar reglur verða á fyrsta sinni sam-
skipað í Grindareglugerðini frá 1832, men nútíðar
granskarar halda tó skinnatalið í grind vera avgamalt.
Endamálið við hesi kanning er at greina, hvat skinna-
talið í grind er, og hvussu gamalt tað er.
Heitini gyllin og skinn vísa aftur til føroysku pen-
ingarokningina frá seinmiðøld til 1790. Skinnatalið er í
sínum uppruna ein virðismeting, ið er grundað á prísleg-
una, sum hon einaferð var. Men grindaprísir og skinna-
tal eru sum frá leið loysnað hvørt frá øðrum, og skinna-
talið er vorðið eitt abstrakt hugtak uttan samband við
dagsprísin, men grundað á avoldaða príslegu.
Við fútaroknskapunum sum høvuðskeldu eru allir
upplýsingar um hvalatal, meting og úrtøku kongs í tali
og virði í øllum grindum úr tíðarskeiðinum 1584-1638
vorðnir kannaðir og bornir saman við lógarreglunum
fyri grindaskifti.
Niðurstøðan gjørdist, at í hesum tilfari finna vit eina
príslegu, sum er fleiri ferðir hægri enn tað skinnatalið,
vit kenna nú á døgum, meðan metingin, skinnatalið í
grind, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis verður nevnd.
Stuðlað av frágreiðing Lucas Debesar frá 1673, sum
heldur ikki nevnir metingina, verður komið til ta niður-
støðu, at almenna metingin av grindini - og harvið
skinnatalið í grind - er fyriskipað í tíðarskeiðinum 1673-
1709.
I 1700 árunum verða upplýsingamir um grindaskift-
ið nógv rúgvismiklari og fjøllbroyttari. Við framhald-
andi rannsóknum hevði borið til at kanna, hvussu
skinnatalið festir seg, hvussu hvalvágirnar so við og við
verða lagdar saman og hvussu tann tiltikna sosiala javn-
anin í grindaskiftinum tá veksur fram.
Abstract
Price and Assessment of Pilot Whales 1584-1638
The assessment of pilot whales is codified for the first
time in the pilot whale regulation of 1832, although
contemporary research workers consider the number of
„skinns" (standard of value for pilot whale) very old.
This examination aims at analysing the amount of
„skinns“ in the pilot whale and its age.
The appelations „gyllin“ and „skinn“ refer to the
Faroese monetary units of the Late Middle Ages up to
1790. Originally the number of „skins“ was based on an
evaluation that was built on the contemporaneous price
level. But the price of pilot whale and the number of
„skinns“ have gradually drifted apart, and the number of
„skinns“ have become an abstraction which has no
connection to the current price but which is founded on
an obsolete price level.
Using the accountancy of the administrative officer in
the Faroe Islands as the principal source, the entire
information on the number as well as the value of all the
pilot whales during the period 1584-1638 have been
investigated and compared with the lawful distribution
of the pilot whale catch.
The conclusion is that in this material we find a price
level which is several times as high as the number of
„skinns“ that we know at the present, whereas the
evaluation, i.e. the number of „skinns“ of the pilot
whale, is neither mentioned directly or indirectly. A
conslusion, based on a statement of Lucas Debes (from
1673) which does not mention the evaluation either, is
made that the official evaluation of the pilot whale - and
thus the number of „skinns“ in the pilot whale - has been
fixed during the period 1673-1709.
During the years after 1700 the information on the
lawful distribution of the pilot whale catch becomes
more extensive and varied. Further research will make it
possible to examine how the number of „skinns“ is
fixed, how the recognized ports for hunting pilot whales
gradually are being united and how the notorious social
equalization of the distribution springs up.
Fróðskaparrit 44. bók 1996: 57-77