Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 34

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 34
38 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA Bara eitt lítið sindur mjørkakent um fjøllini fyri vestan. Fjarandi sjógvur um hesar leiðir. Tara- skógimir vóru famir at koma undan. Og ærn- ar leitaðu sær út á Nesið. Summar við lambi í hølunum. At leska seg við lesikligum tara- bløðum. Ærnar góvu sær sjálvandi ikki far um bátin. (Bls. 11.) Umhvørvislýsingin letst at vera eitt við náttúruna fram til metingina um ærina, ið ikki gevur sær far um bátin. Har kenst rødd frásøgufólksins greidliga. Ikki bara ærnar verða sálarkveiktar, eisini amboðini, sum menninir hava við sær í bátinum: ... tvey jarnbrot. Ið valla hildu seg vera kom- in hagar, tey áttu at standa. (Bls. 11.) Frásøgufólkið trínur viðhvørt beinleiðis fram í tekstinum og leggur søguna út fyri lesaran (bls. 176), vísir til okkurt, sum er umrøtt (bls. 49, 222). Onkuntíð er tað óbeinleiðis hjástatt, sum tá ið tað talar við ímyndaða lesaran24 og umrøður beinleiðis skrivingina: Prátið innanborða var heldur ikki tað, tú kundi vænta tær ein góðveðursdag á vári. Ikki bara okkurt av handahógvi, sum stirvnir heilar kundu finna uppá at leggja monnum í munnin undir einum longum róðri. Slíkt, sum okkurt um veður og streym. Kanska um tann seina gróðurin í haganum í ár. Ella okkurt annað. Slíkt, sum menn høvdu mest sum til at sannføra seg sjálvan um, at teir tó høvdu fingið onkrar gávur fram um allar hinar skapningamar. (Bls. 11-12 (áherðslan er mín MM).) Frásøgufólkið endurgevur ikki tað, sum er at hoyra á bátinum, men ímyndar sær og lesaranum tað, sum ikki er at hoyra. A tann hátt hevur frásagnarrøddin seg burtur frá og vísir fram vald sítt at hugleiða um søguna og tað, sum fer fram í henni. Frásagnar- røddin kann siga frá tí, sum hendir, og hon kann siga frá tí, sum ikki hendir. Og í hes- um sitatinum kemur fram sama ironi, sum var í prologinum í sambandi við tey høgu og lágu í skapanarverkinum. Hinvegin letst frásøgufólkið viðhvørt ikki at vita, hvat søgupersónarnir ætla sær. I sitatinum omanfyri stendur, at »Tað sá út sum« (bls. 11) teir róðu móti einum nesi. Framhaldið av tí er eitt sindur undrandi ásannan: Har var einki at ivast í, at teir ætlaðu sær at leggja at onkustaðni á Nesinum. (Bls. 12.) Frásøgufólkið fer stundum heilt inn í per- sónar og djór, og stundum stendur tað burt- ur frá og eygleiðir, við hvørt undrandi og við hvørt sum veit tað meira, enn tað vil vera við. Tað sæst í afturliti, har nomið verður við fyrireikingarnar til búsetingina á Nesinum. I jólaføstuni hevði hann [Dánjal] sent boð eftir teimum. Og tá hevði hann lisið burtur úr tí [sáttmálaskjalinum, sum gav teimum rætt- in at seta seg niður á Nesið]. Reytt lakk- stempul var á aftastu síðu. Og skriftin var so føgur, at tað mátti undra hvønn mann, at hon skuldi vera skrivað við manna hond. Og aftur í dimbildagavikuni vóru teir saman komnir. Dánjal las. Og teir royndu at lurta. Við hvørt noyddist hann at støðga á, meðan hann inn- antanna stavaði seg ígjøgnum summi av hes- um orðunum, sum eingin segði seg hava
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.