Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 30

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 30
34 SKALDSLIG SØGA ELLA SØGULIG SKALDSØGA drátti, sum frá líður. Hann fær seinni bæði fiskahús og handil. Jákup er tann tigandi, sum bara hugsar um fisk og fiskiveiði, eins og Páll er hann ikki veltingarmaður, men fiskiklógv (bls. 123). Páll skarar framúr. Hann er mótsetningur til hinar menninar. Leggur seg hvørki eftir at velta ella at fiska, gongur ofta í Havn, hann er tann hugsunar- sami í bygdini, tann intellektuelli. Sam- stundis er Páll heilasti maðurin á Nesinum. A henda hátt umboðar hvør maður eina persónsmensku og hevur sítt serliga pláss í samtakinum á Nesinum. Konufólkið Muran í konufólkunum kemur fram í mál- burði og atburði teirra. Bina, kona Bartals dugir at hava fólk á vitjan, roykstova henn- ara er altíð stúgvandi full, annars er hon varin og ger einki óvanligt. »Bina fór ikki í bát.« (bls. 53), og hon fer ikki við, tá ið hin- ar konurnar fara í aðrar bygdir at biðja sær ull. Onnu, kona Dánjal, dámar heldur einki at fara í bát. Annars borðreiðir hon fyri presti, tá hann vitjar í bygdini, og Mars- anna, kona Hálvdan, hjálpir henni (bls. 88, 228). Sunneva kona Óla skarar ikki burtur- úr á nakran hátt (bls-. 228), men Sigga, kona Páll er tann lívligasta av konunum og opin- skárað. Hon deilir Páll, meðan øll hoyra og dylur ikki at hon er við barn. »So verður tað bara tað, sum er í búkinum, at hava við hesa ferðina« (bls. 53), hini børnini skulu koma seinni. Sigga er brasin, hon vil sleppa at rógva og fær Marsonnu at rógva við sær (bls. 55). Óluva, kona tann tigandi Jákup, eigur góðaráðsjarnið í bygdini (bls. 88) og situr hjá konunum, tá ið tær eiga. Sjálv er hon barnleys, og hon dugir ikki at støkka inn á gólvið hjá hinum (bls. 109). Hon er lærar- inna í bygdini og missir mannin. Tá ið hon verður við barn við Páll er tað størsta hend- ing í lívi hennara (bls. 215/216), men tá verður starvið tikið frá henni, og hon verður mestsum útihýst úr samlívinum í bygdini. Óluva er fyrsta konan, ið kemur fram á søgupallin. Konurnar skulu koma á Nesið á mikkjalsmessu, avger Hálvdan: Eitt sindur burturvið at hugsa um reiðrið, tá náttúran øll fyrireikar seg til vetrarsvøvn- in, mól tað í høvdinum á Óluvu. (Bls. 52.) Hon leggur eina symbolska merking í stundina - júst sum Páll, tá ið hann tekur til eina kvæðareglu, tá ið menninir fara í land á Nesinum fyrstu ferð. Óluva er tann per- sónur í skaldsøguni, sum er mest innanlýst. Hon hevur ans fyri tí vakra og gevur tí gætur, sum hongur uppi við talu og gerð. Eitt nú spyr hon mannin, hvussu vindeygað í húsinum vendir móti sólini (bls. 53) og hevur sum tann einasta ein urtapott við. Páll og Óluva Páll og Óluva stíga fram um hinar persón- arnar í søguni. Tey verða høvuðspersónar í seinasta triðingi í bókini. Páll umboðar droymaran og tann, sum ímyndar sær - eins og skyldmaðurin - øðrvísi umstøður bæði evnisliga og listarliga. Páll vitjar Sjóvar- bóndan og tosar um skaldskap við hann. Óluva kjakast við prest og við Páll, og hon umboðar tann skynsama, kritiska og sosiala hugburðin í skaldsøguni. Tí eru bæði Óluva og Páll talsfólk hjá frásøgufólkinum, iva- leyst eisini hjá høvundinum. Ævisøguliga hava Páll og Óluva eina ser-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.