Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 54

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Page 54
58 GRINDAPRISUR OG SKINNATAL 1584-1638 Inngangur Tá grind hevur lagt beinini á eini hvalvág, verður hon nú á døgum mett í skinnatal, áðrenn skift verður. Skinnatalið er í dag ein neyðug fyritreyt fyri grindaskiftinum. Hvør einstakur grindahvalur í eini grind verður undan skiftinum mettur til ávíst skinnatal, upp í gyllin og hendingaferð nøkur fá skinn upp um gyllin, og er samlaða skinnatalið í grindini grundarlagið undir grindaskiftin- um. Grindareglementið frá 1832 er elsta fyriskipan, vit kenna fyri, hvussu grindin skal verða mett: Hvalur, sum er 5 alin frá eyga til got, verður mettur til gyllin, og aðr- ir hvalir í mun til hetta. Hvat er skinnatalið í grind og hvussu gomul er grindametingin? Nútíðar granskarar halda, grindameting- ina vera avgamla. Louis Zachariasen (1959-61:87ff) nevnir fleiri ferðir skinn í grind í tíðarskeiðinum 1584-1638 og nevn- ir, hvussu grindaprísurin tá er í mun til grindaskinnið. Bloch og Zachariassen (1989:39-40) siga skinnatalið vera skrásett aftur til 1584. Sjálvur havi eg lítið fingist við hval áður, men eg havi í sambandi við greining av virðismetingum sum heild eis- ini nortið við grindametingina (1993:9), og havi tá hildið tað verið hugsandi, at grinda- metingin hevur verið til í 1584, og at hon hevur verið grundað á príslegu, eldri enn 1584. Fyrsta umrøða av grind í Føroyum er frá 1584. í tíðarskeiðnum 1584-1638 eru í roknskaparbókum fútans skrásettar 44 grindir, sum kongur hevur havt inntøku av. Næstu 70 árini er lítið og einki til av upp- lýsingum um grind. Ikki fyrr enn keldutil- farið aftur gerst rúgvismiklari eftir gabla- tíðina, finna vit grindametingina umrødda á fyrsta sinni (Kommissionsbetænkningen, 1709-10:79). Henda kanning hevur sum høvuðsenda- mál at fáa greiðu á, um vanliga uppfatan okkara, at grind eisini í tíðarskeiðinum 1584-1638 hevur verið mett í skinnatal í sambandi við grindaskiftið eins og nú á døgum, er haldgóð. Er hon ikki tað, ber als ikki til at tala um skinnatal í grind fyrr enn 1709. Fyri at kunna lýsa hesar spurningar gjøl- ligari havi eg við fútaroknskapunum 1584- 1638 sum høvuðskeldu roynt at greina allar upplýsingar um grindaskifti og -prísir úr tíðarskeiðinum 1584-1638. Prísur og meting Skinnatalið í grind vísir aftur til ta peninga- rokning, sum varð nýtt í Føroyum frá sein- miðøld, 1400 talinum, til 1790. Henda pen- ingarokning, 1 gyllin = 20 skinn, byggir á rhínskan gullmynt (Zachariasen, 1959- 61:386,392). Fyri at fáa henda rnynt - ella samsvarandi virði í innfluttningsvørum - skuldi ein í Føroyum í seinmiðøld og seinni lata 20 seyðaskinn. Peningarokningin í skinnum er sostatt føroyska ískoytið til rhínsku peningarokningina, sum nýtt varð í Føroyum. Gyllinsvirðið var í langar tíðir fast knýtt at vekteindini vág í fleiri bólkum av útflutn- ingsvørum: 1 vág í fiski, ull, tálg, fjøður v.m. kostaði 1 gyllin, og henda príslega var so føst í so langa tíð, at skinnatalið trongdi inn í vektskipanina. 1 skinn gjørdist - um- framt at vera ein peningaeind - eisini 1/20 av eini vág (Zachariasen, 1959-61:393) Vanligt var - og er - at nevna ávísar
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.