Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 66

Fróðskaparrit - 01.01.1996, Síða 66
70 GRINDAPRÍSUR OG SKINNATAL 1584-1638 (1709-10:79-80) sigur, at fyrst verður finn- ingarfiskurin tikin av, »derefter vurderes de allesammen, smaa og store, af Mænd, som dertil af Fogden bliver udnævnt, og det en- hver Fisk med sit Nummer og Værdi«. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at sagt verður frá, at øll grindin verður mett, og haldi eg, at illa ber til at koma til aðra niðurstøðu enn, at almenna metingin av grindini er fyriskipað onkuntíð í tíðarskeiðinum 1673- 1709 fyri at kunna fáa betur grundarlag undir skiftinum. Eins og seinri verður hvør hvalur merktur við nummari og metingar- virði. Almenna grindametingin í skinnatal hev- ur sostatt sín uppruna í seinra parti av gablatíðini. Grundarlagið undir metingini er peningavirði, dagsprísurin, sum hann man hava verið seinast í 1600 árunum ella um 1700. I 1700 árunum kunnu vit rokna við, at munur gerst á grindameting og grindaprís- um (smb. Svabo, 1779:48). Ætlandi hevur lýsiprísurin havt stóran týdning fyri prís- gongdina. Fyri grindaskiftið fáa eisini onn- ur viðurskifti týdning. Samanlegging av hvalvágum er helst byrjað í 1600 árunum, men heldur áfram í 1700 árunum, og í 1700 árunum - eftir 1709 - veksur fram tað til- tikna sosiala elementið í grindaskiftinum, har bæði omman á bríkini og bamið í vøgg- uni fáa part. Grindadistriktini, sum verða fyriskipað í 1832, eru úrslit av hesi gongd. Sosiala javnanin er tó einans ein javnan av tí helmingi av grindini, sum grindamennin- ir áttu rættin til. Jarðarhvalurin varð ikki nortin fyrr enn í 1832. Upplýsingamar um grind verða í 1700 ámnum nógv fjøllbroyttari og rúgvismikl- ari enn áður. Framhaldandi rannsóknir, sum kunnu royna tær niðurstøður, eg her eri komin til, og kunnu lýsa søguligu gongdina frá Lucas Debes til Grindareglementið, hava ørgrynnu av keldum at oysa úr. í tí tíðarskeiðinum hendir framvøksturin av teirri skipan av grindaskiftinum, sum vit kenna. Takkir Dorete Bloch, Náttúrugripasavnið eigur stóra tøkk fyri áhaldandi eggjan at fara undir hesa kanning og fyri mangar áhugaverdar samrøður. Fyri hjálp og vegleiðing við formlum og metingum av taltilfarinum takki eg Petur Zachariasen, Fróðskaparsetrið, og starvsfólkinum á Landsskjalasavninum takki eg hjartaliga fyri ta hjálp og beinasemi, har altíð verður sýnd. Appendix: Hvalvágirnar í fútaroknskapunum 1584-1638 Kongsjørðin er ymiskur partur av markatal- inum frá bygd til bygd. Fyri at kunna vita, hvussu nógv kongur átti av grindini, mugu vit tí kenna samlaða markatalið, sum tók jarðarhval í hvørji hvalvág sær og støddina av kongsjørð í sama markatali. Kenna vit hetta, kunnu vit rokna kongspartin av grindavirðinum út eftir hesum formli: k=t( 1 /40+9/20*j/m) har k=kongspartur, t=øll grindin, j=kongs- jørðin og m=markatalið. 1/40 er fjórðingur kongs av tíggjundini og 9/20 er jarðarhval- urin eftir at tíggjundin er tikin burtur av. í formlinum er ikki hugsað um finningarfisk- in, sum í hesum sambandi hevur lítlan týdn- ing.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.