Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 2
18
3. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai -31. juni, báðir dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N 06°57’05” V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08'30” N 07°27’00” V)
b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15”
V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°55’04" N 06°51’05” V),
c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”
N 06°57’05” V) og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°55’04" N 06°51’05” V) og ikki
innan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. c.
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
(1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,
(2) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina og
sigur frá veiðuni, sum er veidd. áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07,00 GMT.
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan troðkan, meðan
fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur met yvir
veiðunøgd.
§ 3. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft, hevur ikki loyvi at reka annan fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn veiðu eftir svartkjafti, skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
§ 4. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður i 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta málinum lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera
burturstúgvaður á sínum nátúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið
kann heftast til rindingarav bót og kostnað. Fiskiloyvi kann verða tikið, um førarin av skipinum
er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 2. januar 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)