Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 222
238
Nr. 91
24. september.
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum,
sum hava heimstað og eru skrásett í kongaríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og
í samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Kunngerð nr. 14 frá 4. februar 1980 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru
skrásett í kongaríkinum, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 24. mars 1980, verður broytt
soleiðis:
Sum nýggj litra til § 1, 1. stk. verða sett:
»i. I tíðarskeiðinum l.novembertil31.december, báðirdagariroknaðir,áleiðini millum 16og
22 fjórðingar frá grundlinjunum og millum 0° rættvísandi úr Kunoyarnakki (62°22’00” N
06°41’00” V) og 5° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” V 06°15’00” V).
j. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum
12 fjórðingar frá grundlinjunum og longdarstig 05°58’12” V og millum 110° rættvísandi úr
Akrabergi (61°23’38” N 06°49’15” V) og 100° rættvísandi úr Akraleiti (61°34’00” N
06°44’30” V).
k. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar iroknaðir, á økinum millum
linjur drignar millum hesi 4 støðini og í hesari raðfylgju:
l. 61°26’00” N 08°07’00”V,
2. 61°35’00” N 08°07’00” V,
3. 61°35’00” N 07°50’00” V,
4. 61°21’00” N 07°44’00” V.«
Økini i, j og k eru víst á viðlagda kortskjali.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 1980 kl. 0000.
FØROYA LANDSSTÝRI, 24. september 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)