Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 233
249
reglur, ið galdandi eru fyri viðkomandi skúlaskipan, endar í november/december, stilla seg inn
til roynd í eykaroyndarskeiðinum.
§ 6. Fráboðan um royndarhald í fráfaringarroynd fólkaskúlans skal verða send
Landsskúlafyrisitingini innan 5. december um royndir í tí regluliga royndarskeiðinum og innan
1. september um royndir í eykaroyndarskeiðinum.
§ 7. Landsskúlafyrisitingin ásetur nærri reglur um, hvussu fram verður farið viðvikjandi
innstilling og fráboðan.
§ 8. Tey, ið ynskja at fara upp i fráfaringarroynd fólkaskúlans í eini lærugrein, uttan at
viðkomandi hevur fyrireikað seg til tess á skúla (privatistar), skulu skrivliga innan 1. februar
venda sær til Landsskúlafyrisitingina við upplýsingum um tær lærugreinir, sum tey ynskja at
taka fráfaringarroynd í.
2. stk. Landsskúlafyrisitingin sendir síðan innan 15. februar útfyllingarbløð til viðkomandi at
brúka í sambandi við umsókn um fráboðan um roynd (ntyndirnar) og til frágreiðingar um, hvat
ið verður uppgivið til tær munnligu royndirnar. Utfyllingarbløðini skulu verða send
Landsskúlafyrisitingini aftur í útfyltum líki innan I. mars.
3. stk. Royndirnar verða hildnar I tí regluliga royndarskeiðinum, fyriskipaðar av
Landsskúlafyrisitingini. Reglurnar í § 4 eru eisini galdandi fyri privatistar.
'II. Tær skrivligu royndirnar.
§ 9. Landsskúlafyrisitingin ásetur, nær tær skrivligu royndirnar skulu verða hildnar. Skriv um
hetta verður sent skúlanum.
2. stk. Landsskúlafyrisitingin ger uppgávurnar til tær skrivligu royndirnar og sendir
skúlunum tær í seinasta lagi 4 dagar, áðrenn tær skrivligu royndirnar byrja.
3. stk. Skúlarnir mega ikki gera seg kunnugar við uppgávurnar, áður enn royndin byrjar.
§ 10. Landsskúlafyrisitingin kann áseta nærri reglur um loyvd hjálparamboð, sbr. §§ 20-22 og
27-29, og um møguliga at brúka enn fleiri hjálparamboð.
2. stk. Skúlin syrgir fyri, at pappír og loyvd hjálparamboð verða latin próvtakarunum.
§ 11. Landsskúlafyrisitingin ásetur nærri reglur um, hvussu sjálvar royndirnar verða framdar.
§ 12. Um so er, at ein próvtakari verður ov seinur til eina skrivliga roynd, so kann hann
vanliga ikki luttaka i royndini í viðkomandi lærugrein. Skúlaleiðarin kann tó loyva honum at
luttaka, um so er, at tað má metast at vera óhugsandi, at próvtakarin hevur fingið upplýsingar
um uppgávuna, og um leiðarin metir seinkingina at vera nóg væl grundgivna. Leiðarin eigur tá
straks at boða Landsskúlafyrisitingini frá málinum, og tekur hon støðu til, hvørt royndin hjá
avvarðandi próvtakara kann verða góðkend ella ikki.
2. stk. Ein próvtakari, sum — uttan iva — á órættiligan hátt roynir at útvega sær sjálvum ella
veitir einum øðrum próvtakara hjálp til uppgávuloysnina, skal verða vístur burtur frá royndini í
avvarðandi lærugrein, og skal málið straks verða boðað Landsskúlafyrisitingini. Fær onkur
undir royndini ella metingini varhugan av, at ein próvtakari á órættiligan hátt hevur útvegað sær
sjálvum ella veitt hjálp ella roynt hetta, so eigur tað at verða boðað Landsskúlafyrisitingini, sum
kannar málið. Um so er, at varhugin verður staðfestur, verður próvtakarin at metast sum vístur
burtur frá royndini í avvarðandi lærugrein.
§ 13. Ein próvdómari og lærarin í lærugreinini meta uppgávusvarini. Landsskúlafyrisitingin
tilnevnir próvdómararnar.
2. stk. Próvdómarin ger fyrst sína meting. Próvdómari og lærari seta síni próvtøl hvør á sín
lista. Próvtalslistarnir verða sendir/Iatnir til skúlaleiðaran, ið sendir próvdómaranum eitt
32 — Kunngcrðasavn 1980