Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 28

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Page 28
44 Nr. 15. 4. februar. REGLUGERÐ um skatting av persónum, sum eru her á landi stytri tið enn 3 mánaðar. Við heimild í § 19a í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963, sum broytt við løgtingslógnr. 71 frá 24. oktober 1978 hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Persónar, sum eru í Føroyum stytri enn 3 mánaðar og her hava inntøku av arbeiði ella vinnu, svara skatt av inntøku teirra við 30%. § 2. Persónar umborð á føroyskum fiski- ella farmaskipi, sum ikki hava fastan bústað her, svara skatt við 30% av inntøku teirra, um teir ikki sambært sýndum skjølum eru settir í inntøkuskatt uttanlands eftir teimum reglum, ið galda fyri fólk búsett har. Líkningarráðið skal í hvørjum einstøkum føri vátta yvir fyri reiðarínum, at fortreytirnar fyri at frítaka ein persón fyri at gjalda 30% skatt eftir hesi reglu eru tilstaðar. § 3. Har talan er um løntakara, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at halda eftir í lønini 30% fyri skattin. Ger hann ikki hetta, skal hann sjálvur tilsvara tann skatt, sum annars skuldi verið goldin. Tann afturhildna peningin skal hann rinda Føroya Gjaldstovu seinast 14 dagar aftaná at hesin annars skuldi verið goldin løntakaranum og samstunđis siga frá navni skattgjaldarans, bústaði, lønarhæddini, skatturin er roknaður av, og tíðarskeiðið hetta er fyri. Eisini eigur at verða boðað Líkningarráðnum frá hesum. § 4. Persónar, sum við framsýningum, leiki ella øðrum eru her stytri tíð enn 3 mánaðar og her fyri egna rokning forvinna sær inntøku, skulu á sama hátt svara 30% av nettoinntøkuni. Hesir skulu, áðrenn teir fara avstað aftur, lata Líkningarráðnum yvirlit yvir inntøkur sínar og tær útreiðslur, teir halda seg eiga rætt at draga frá. Líkningarráðið skal so kanna hetta og gera av, hvørjar útreiðslur góðtiknar verða, og síðan rokna út skattin, sum avvarðandi skal rinda til Føroya gjaldstovu. § 5. Hevur persónur, stovnur, felag ella annar staðið fyri tílíkari framsýning, leiki ella øðrum og avroknað við tey luttakandi (herundir koma ikki fastbúgvandi) stendur hann ella tað til svars fyri, at frammanfyri nevnda uppgerð verður latin inn, og at skatturin verður goldin. 2. stk. Heldur skattgjaldari seg eiga rætt til frádrátt fyri útreiðslur í samband við inntøkuna, skal hann senda líkningarráðnum yvirlit yvir hesar, og skal líkningarráðið so skipa fyri møguligari afturgjalding i mun til útreiðslurnar, ið goldnar verða. § 6. Lesandi, lærlingar ella onnur, sum eru undir útbúgving uttanlands, og sum bert eru her í stytri tíð (frítíðum) og her hava inntøku, fáa sum serstakan frádrátt 1.500 kr. um mánaðin og verður skatturin roknaður við 30% av inntøkuni eftir nevnda frádrátt. Tey, sum halda seg hava rætt til henda frádrátt, kunnu við at venda sær til líkningarráðið fáa skattin endaliga avroknaðan. I hesum sambandi má váttan frá t.d. lærustovni ella lærumeistara fyrivísast ráðnum, eins og váttan frá føroyska arbeiðsgevaranum skal fyrivísast ráðnum, sum vísir arbeiðstíðina í Føroyum, útgoldna bruttoløn og eftirhildnan skatt.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216
Page 217
Page 218
Page 219
Page 220
Page 221
Page 222
Page 223
Page 224
Page 225
Page 226
Page 227
Page 228
Page 229
Page 230
Page 231
Page 232
Page 233
Page 234
Page 235
Page 236
Page 237
Page 238
Page 239
Page 240
Page 241
Page 242
Page 243
Page 244
Page 245

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.