Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 93
109
Nr. 35.
15. apríl.
KUNNGERÐ
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum heimahoyrandi og skrásett i kongaríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og í
samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. í tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. december, allir 4 dagarnir
iroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá
grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N 06°57’05” V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15”
V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V) og
(c) á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesari raðfylgju:
1. 60°59’00” N
2. 61°15’30” N
3. 61°13’20” N
4. 61°00’00” N
5. 60°48’40” N
6. 60°25’50” N
7. 60°36’30” N
8. 60°45'40” N
07°51’00” V
08°16’00" V
08°42’12” V
09° i roo” v
09°25’00” V
09°09’00” V
08°45’00” V
08°37’00” V
2. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagar íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úrTrøllhøvda(61°55’04” N 06°57’05” V)og
320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V).
b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V)
og 180° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’28” N 06°40’15” V),
c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N
06°57’05” V) og 180° rættvísanđi úr Akraberg-vita (61°23’28” N 06°40’15” V) og ikki innan
fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. c.
§ 2. Treyt fyri, at skip heimahoyrandi og skrásett í øðrum pørtum av ríkinum enn Føroyum
inna fiskiskap eftir reglunum í § 1, er, at
(1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,
(2) skipini yvir Tórshavnar Radio siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey koma inn á landleiðina,
(3) skipini upplýsa veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipini koma á sjóøki Føroya, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
(4) skipini dagliga fyrrapartin siga Fiskivinnustovuni frá, hvar tey vóru stødd kl. 07.00 GMT,
og at
(5) skipini siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey fara av landleiðini og samstundis uppgeva met yvir
veiðunøgd.
§3. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt