Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 89
105
Nr. 33.
11. apríl.
KUNNGERÐ
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski 1980.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini kann
loyvast øðrum skipum enn trolarum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum, at reka
fiskiskap á sjóøki Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum.
2. stk. Loyvast kann 30 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í
EEC-londum, og sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, at fiska uttan fyri 12 fjórðingar frá
grundlinjunum. Loyvast kann 55 navngivnum trolarum at fiska uttan fyri 21 fjórðingar frá
grundlinjunum, tó
(a) uttan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úrTrøllhøvda(61°55’04” N 06°57’05” V)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) uttan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita(61°23’38” N 06°40T5”
V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40’15” V).
Ikki mugu fleiri enn 43 trolarar vera á landleiðini samstundis, og av teimum í mesta lagi 15
trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, innan fyri omanfyri nevndu linjur.
3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum leiðum í
teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 16. juni til 30. september 1980, á Føroya Banka
innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og i hesi raðfylgjti:
1. 60°59’00” N
2. 61°15’30” N
3. 61°13’20” N
4. 61°00’00” N
5. 60°48’40” N
6. 60°25’50” N
7. 60°36’30” N
8. 60°45’40” N
07°51’00” V
08°16’00” V
08°42’12” V
09° 1 l’OO” V
09°25’00” V
09°09’00” V
08°45’00” V
08°37’00” V
b. í tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl á leiðini millum 12 og 20 fjórðingar frá grundlinjun-
um millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17” N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr
Norðbergi (62°21T6” N 06°18’00” V).
c. í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 10. apríl 1980 á leiðini millum 15 og 20 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21 ’ 16” N 06°18’00” V) og 45°
rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V).
d. í tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai á leiðini millum 15 og 25 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06°15’00” V) og 90°
rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42” N 06°35T2” V).
e. I tíðarskeiðinum 1. september til 15. oktober millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum
millum 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38” N 06°40T5” V) og 240° rættvísandi
úr Ørnanípuni (61°38’48” N 06°58’30” V).
f. I tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl millum 12 og 24 fjórðingar frá grundlinjunum millum 12
og 24 fjórðingar frá grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr trælanípuni (62°01T2” N
07°13T2” V) og breiddarstigið 61°55’00” N.
14 — Kunngerðasavn 1980