Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 232
248
Nr. 100.
14. november.
KUNNGERÐ
um
fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir § 21 í løgtingslóg nr. 21,dagfest 22. mars 1979, umfólkaskúlan hevur landsstýrið fyrisett
hesar reglur um krøvini i teimum einstøku lærugreinunum við fráfaringarroynd fólkaskúlans,
um innstilling til royndina, um royndarhaldið, um metingina og metgevingina og um, hvussu
fráfaringarskjølini skulu vera:
I. Vanligar reglur.
§ 1. Tann endaliga roynd fólkaskúlans hevur til endamáls at geva næmingunum møguleika at
fáa eina kannaða meting um, í hvørjum vavi teir hava nomið sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir
og málbering, ið sett eru upp sum mál fyri undirvísingini og sum royndarkrøv í viðkomandi
lærugrein.
§ 2. Tann endaliga roynd fólkaskúlans verður hildin í maj-juni (regluligt royndarskeið) og i
december (eyka-royndarskeið), sbr. tó § 27 og § 28. Royndin er felags fyri allar næmingar uttan
mun til, hvat skeið teir hava valt. Royndin verður nevnd fráfaringarroynd fólkaskúlans í
avvarðandi lærugrein.
II. Innstilling og fráboðan.
§ 3. Við enda av 9. árgangi kunnu næmingar stilla seg inn til fráfaringarroynd fólkaskúlans í
hvørji av lærugreinunum: føroyskum, donskum, rokning/støddfrøði, enskum, týskum og
alisfrøði/evnafrøði í ti regluliga royndarskeiðinum.
2. stk. Við endan av 8. árgangi ella seinni kunnu næmingar stilla seg inn til fráfaringarroynd
fólkaskúlans í hvørji av lærugreinunum: handarbeiði, smíði, heimkunnleika, maskinskriving,
roknskapi og latíni í tí regluliga royndarskeiðinum. Viðvíkjandi lærugreinunum handarbeiði,
smíði og heimkunnlika er tað ein treyt, at næmingurin aftan á 7. árgangi hevur luttikið í
undirvísingini í einum vavi, sum í minsta lagi svarar til 4 tímar um vikuna í einum heilum
skúlaári.
3. stk. Avgerðina um innstilling til royndirnar tekur næmingurin í samráð við foreldrini, sbr. §
54 í løgtingslóg um fólkaskúlan, og skúlan.
§ 4. Næmingar, ið hava stillað seg inn til royndina í tí regluliga royndarskeiðinum, men sum
vegna sjúku eru vorðnir íorðaðir heilt ella lutvíst at taka royndina, kunnu stilla seg inn av
nýggjum til royn^lina í eyka-royndarskeiðinum.
2. stk. Landsskúlafyrisitingin kann undir serstøkum viðurskiftum loyva næmingum, ið hava
stillað seg inn til roynd í tí regluliga royndarskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki
ella bert lutvíst hava tikið royndina, at stilla seg inn av nýggjum til royndina í
eykaroyndarskeiðinum.
3. stk. I lærugreinum, har tann endaliga royndin bæði er skrivlig og munnlig, ella har tann
skrivligi parturin fevnir um meira enn eina uppgávu (ein uppgávupart), sum sjálvstøðugt próvtal
verður givið í, fara teir undir 1. og 2. stk. umrøddu næmingar í eykaroyndarskeiðinum bert upp
til roynd í tí parti, sum næmingurin hevur verið forðaður at tikið.
§ 5. Næmingar, sum luttaka í undirvísing í eini lærugrein, har undirvisingin samsvarandi tær