Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 201
217
§50.
Hesi sløg av gøtuferðsluljósum verða nýtt:
o o • •1
• o © o
• • o •
X 11: Høvuftsljós.
Ljósið hevur rund op til reytt, gult og grønt
ljós. Raðfylgið er reytt, reytt og gult, grønt,
gult, reytt. I nøkrum av ljósunum í einum vega-
móti kann op fyri grønum ljósi verða tikið burt-
ur, um ferðslan harvið verður betur avgreidd.
Høvuðsljós hava gildi fyri alla ferðslu, sum ikki
verður stýrd við ljósunum X 12-19.
X 12: Ljós við pílum.
Ljósið kann hava op til reyðan, gulan og
grønan píl. Tað verður vanliga nýtt í sambandi
við X 11, soleiðis at ljósop til sama lit eru lið um
lið. Ljós við pílum hava gildi fyri ferðandi, sum
skulu tann vegin, pílurin vísir.
□
G
O
O
X 16: Ljós fyri súklandi.
Sama sum X 11 ella X 12, men minni. Oman
fyri ovasta ljósopið verður sett ein talva, sum
vísir eina súklu.
X 18: Ljós fyri gongufólk.
Ljósið hevur eitt reytt ljósop, sum vísir eitt
fólk, ið stendur, og eitt grønt ljós, sum vísir eitt
fólk, ið gongur. Eru fleiri ljós fyri gongufólki
tann vegin, ferðslan gongur, hevur tað gildi,
sum er næst við.
©
e
o
X 19: Bussljós.
Ljósið vísir hvítt í øllum trimum ljósopunum.
Ljós í ovasta, ovasta og tí í miðjuni, tí í miðjuni
og tí niðasta opinum hava sama týdning sum
ávikavíst reytt, reytt og gult, gult og grønt ljós,
smb. § 49. Bussljós hava gildi fyri bussar á góð-
kendari farleið.
Kunngcr4asavn 19X0