Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 96
112
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan troðkan, meðan
fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur met yvir
veiðunøgd.
§ 3. Skip. ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft, hevur ikki loyvi at reka annan fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn veiðu eftir svartkjafti, skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
§ 4. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta málinum lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skipa kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera
burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
ftskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið
kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av
skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gili beinanvegin. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 2.
januar 1980 og kunngerð nr. 5 frá 4. januar 1980.
FØROYA LANDSSTÝRI, 14. apríl 1980.
Heðin M. Klein (sign.)
landsstýrismaður
/E. Kallsberg (sign.)
Skjal
Heimstaður Loyvt skipatal Loyvd veiðunøgd
á landleiðini i senn
ísland .............................................. ') 20.000 tons
Noreg ............................................... 242) 50.000 tons
Sovjetsamveldið ..................................... 15 65.000 tons
EEC-lond ............................................ 303) 25.000 tons
Svøríki ............................................. 2 - 4) -
Póland .............................................. 2 5.000 tons
‘) óásett.
2) herav í mesta lagi 14 skip á leiðini sum fyrisett sambært § 2, 6. stk.
3) herav í mesta lagi 4 partrolarar; á leiðini sum fyrisett sambært § 2, 6. stk. má skipatalið ikki
fara uppum 16.
4) eingin avmarking.