Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 159
175
Nr. 73.
12. juni.
KUNNGERÐ
um
studning til mjólkarframleiðslu.
Við heimild i § 17 2590/3405 í figgjarløgtingslógini 1980/81 um studning til mjólkarfram-
leiðslu verður studningur latin neytaeigarum, sum her tilskilað í fíggjarárinum 1980/81 undir
fylgjandi treytum:
1) Søla um meiarí og góðkend sølustøð (mjólkarsølur).
Neytaeigari, ið selur nýmjólk um meiarí ella um mjólkarsølubúð, fær 25 oyru 1 studningi
fyri liturin. Studningurin kemur aftrat tí prísi, ið eina av landsstýrinum góðkend prísnevnd
saman við meiaríunum ásetir. Prísnevndin ásetir eisini útsøluprís fyri mjólk í leysasølu frá
mjólkarsølu.
2) Avlopsmjólk.
Avlopsmjólk, ið fer til ostagerð v.m., fær 100 oyru fyri liturin í studningi, treytað av at
avrokningarprísurin verður hægst 100 oyru lægri enn ásetti prísurin sambært § 1. Hesin
stuðul kann hægst umfata 8% av innvegaðu mjólkini.
3) Slaktineytakjøt.
Fyri neytakjøt selt til sølubúð verður latin studningur 10 kr. pr. kg til neytaeigara, ið ikki
fær meira enn 12 kr. pr. kg í framleiðsluprísi. Verður selt beinleiðis til brúkaran, er
studningurin 8 kr. pr. kg til neytaeigara, ið ikki fær meira enn 14 kr. pr. kg í framleiðsluprísi.
Studningurin verður latin fyri kjøt av neytum, ikki yngri enn 2 ár, sum seld verða um
sølubúð ella til annan keypara. 1 bygdum, har ógjørligt er at selja mjólk við vinningi, verður
hægri studningurin latin og einki aldurs- og prísmark.
4) Rómastudningur.
Neytaeigarar, ið liggja so óhøgliga fyri, at ógjørligt er at selja mjólk við vinningi til meiarí
ella mjólkasølubúð vegna flutningsvansar, men sum kunnu selja róma, fáa í staðin fyri
mjólkarstudning 10 kr. í studningi fyri liturin av róma og upp til 1 kr. fyri liturin í flutnings-
studningi, men tó 1 ongum føri meira enn veruligu flutningsútreiðslurnar.
5) Privat mjólkarsøla.
Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, kunnu fáa upp til 25 oyru í studningi fyri
liturin, tó ikki meira enn at studningurin og liturprísurin, ið brúkarin rindar tilsamans, ikki
verður hægri enn tann av prísnevndini ásetti útsøluprísur hjá meiarí í leysasølu.
6) Flutningsstudningur.
Flutningsstudningur verður latin við upp til 20 oyru fyri liturin til uttanbíggja
framleiðarar, ið selja nýmjólk og lata flyta hana til mjólkarsølur.
7) Studningur til javnvág av mjólkarframleiðsluni.
Fyri at fáa burtur ójavna í mjólkaframleiðsluni verður til útjavning av framleiðsluni latin
studningur, ið er 15 oyru pr. litur fyri alla mjólk, ið verður innvigað til meiaríini.
Hesin studningur verður goldin framleiðarunum, tá roknskaparárið er endað, og tann
samlaða mjólkarnøgdin til meiaríið fyri hvønn mánaða er uppgjørd. Fyri hvørt mciari sær
verður studningurin pr. litur til framleiðaran ásettur fyri hvønn mánaða sær.
Studningstreytirnar eru hesar:
ad 1) Søla um meiari:
Uppgerð frá meiarí hvønn mánaða yvir litratal fyri hvørja bygd sær sambært
handilsbøkur við tilskilan av avrokningarprísinum hjá meiarí til framleiðara (íroknað studning)
og søluprísinum til brúkara.