Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 213
229
Nr. 83.
27. august.
Reglugerð
um
broyting í reglugerð um Sjúkrahúsverk Føroya.
Við heimild í § 2, 3. stk., jbr. § 5, 1. stk. í lóg fyri Føroyar frá 22. december 1976 »om
sygehusvæsenet« hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. § 16, 2. stk. í reglugerð nr. 70 frá 6. oktober 1977 um Sjúkrahúsverk Føroya verðurorðað
soleiðis:
»Tá ið yvirlækni sendir sjúkling á sjúkrahús v.m. í Danmark, eru treytirnar fyri, at
sjúkrahúsið rindar flutning og viðgerð hesar:
1. Aðrenn sjúklingur verður sendur niður, verður hann at visitera av serlækna á viðkomandi
sjúkrahúsi. Serlæknin tekur støðu til og ger av, um sjúklingurin verður at senda niður.
Er eingin fastur lækni í sergreinini á sjúkrahúsinum, men tílíkur lækni er á øðrum
sjúkrahúsi, verður sjúklingurin at kanna av hesum serlækna, ið so tekur avgerðina, eisini um
tað er neyðugt fyri kanningina, at sjúklingurin kemur inn á deild læknans, ella um kanningin
kann gerast á annan hátt eitt nú í telefonsamtalu við yvirlæknan á staðnum.
Er als eingin serlækni á sjúkrahúsunum, verður sjúklingurin at kanna á
Landssjúkrahúsinum.
2. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin
ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet.
Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið
kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini:
Rigshospitalet. herundir Kysthospitalet pá Refsnæs,
Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn,
Finsensinstitutet, herundir Radiumstationen.
3. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerast á teimum
undir punkt 2 nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur
sjúkrahús, t.d. Andelsforeningens Gigthospital i Skelskør og Afholdsbevægelsens
Behandlingsinstitutioner for alkoholskadede.
4. I teimum undir punkt 3 nevndu førum og eisini, um teir undir punkt 2 nevndu stovnar
orsakað av serumstøðunum við sjúkuni kanna sjúkling til annan stovn, veðhalda føroysku
sjúkrahúsini fyri viðgerð.
5. Av praktiskum og fíggjarligum orsøkum er tað Landssjúkrahúsið, ið skipar fyri ferðingini
bæði fyri sjúklingum og teimum, ið møguliga skulu fylgja við.«
§ 2. Henda reglugerð fær gildi beinanvegin, og sainstundis fer reglugerð nr. 26 frá 10. apríl
1979 úr gildi.
FØROYA LANDSSTÝRI, 27. august 1980.
Vilhelin Juhannesen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)