Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 239
255
VII. Próvtalsgeving.
§ 32. I samband við próvtalsgeving verður tann í kunngerð nr. 99 dagfest 14. november 1980
nevndi próvtalsstigi at brúka.
§ 33. Næmingarnir í 8. - 9. árgangi fáa støðumet í árinum og ársmet í øllum teimum
lærugreinum (lærugreinapørtum), sum teir í árinum hava fingið undirvísing í.
2. stk. Støðumetini lýsa lærarans meting av støðu næmingsins — kunnleika, fimi, arbeiðshátti
og málburði. Tey verða skrivað í eina støðumetsprotokoll.
3. stk. Arsmetini lýsa lærarans meting av støðu næmingsins, beint áðrenn tann skrivliga
royndin byrjar. Tey verða skrivað í eina royndarprotokoll, áðrenn tannfyrstaskrivliga royndin
byrjar.
4. stk. Teir næmingar, sum fara úr skúlanum beinleiðis eftir 7. árgangi ella úr 8. árgangi,
áðrenn støðumet verða givin, skulu fáa ársmet í teim lærugreinum (lærugreinapørtum), sum teir
í árinum hava fingið undirvísing í.
§ 34. Við fráfaringarroynd fólkaskúlans geva próvdómari og lærari próvtøl, og skulu tey lýsa
metingina av royndaravriki næmingsins í lærugreinini (lærugreinspartinum).
2. stk. Próvdómari og lærari geva hvør sítt próvtal, sbr. § 13,1. stk. og § 18,5. stk. Um so er, at
próvdómari og lærari ikki gerast samdir undir samráðing um royndarpróvtalið, so verður
próvtalið ásett sum miðaltalið millum próvtøl teirra. Um so er, at miðaltalið ikki samsvarar við
tølini á próvtalsstiganum, so verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum.
Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl á stiganum, so verður tað hækkað til tað fyrsta
hægra talið í raðnum, um so er, at tað er próvdómarin, ið hevur givið tað hægra próvtalið; men
hevur próvdómarin givið tað lægra próvtalið, so verður próvtalið tað fyrsta lægra talið 1 raðnum.
Próvtalið 00 kann kortini bert verða givið, um bæði lærari og próvdómari eru samdir um tað.
3. stk. Próvtalslistarnir, sbr. § 13, 2. stk. og § 19, 1. stk. skulu verða goymdir á skúlanum í
minsta lagi eitt ár.
VIII. Frágreiðing um úrslitið av royndunum.
§ 35. Alt fyri eitt, sum royndirnar eru loknar, sendir skúlaleiðarin Landsskúlafyrisitingini
eina frágreiðing um royndarúrslitið.
IX. Fráfaringarskjal.
§ 36. Skúlin setur upp fráfaringarskjal fyri teir næmingar, ið fara úr skúlanum eftir 7. árgangi
ella seinni.
2. stk. A fráfaringarskjalinum skal standa:
a) Navnið á næminginum, føðingardagur og -ár.
b) Utskrivingardagur.
c) Argangur og navn á skúlanum.
d) Tær lærugreinir, næmingurin hevur havt í skúlagongdini. I skeiðdeildum lærugreinum
verður tilskilað, um undirvíst hevur verið á grundskeiði, víðkaðum skeiði ella uttan skeiðbýti.
e) Tey seinast givnu ársmetini við tilskilan um tann árgang, tey eru givin. Teir næmingar, sum
fara úr skúlanum í einum skúlaári, eftir at støðumet eru givin, men áðrenn ársmet eru givin,
skulu fáa tey seinast givnu støðumetini í staðin fyri ársmetini.
f) Próvtøl, sum eru fingin við fráfaringarroyndir. Hjá næmingum, sum fleiri ferðir hava verið til
somu roynd, verður bert hægsta royndarpróvtalið sett á fráfaringarskjalið.
3. stk. Fráfaringarskjalið verður sett á eitt útfyllingarblað, sum Landsskúlafyrisitingin hevur
góðkent.