Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1980, Blaðsíða 8
24
§ 6. Við heimild í teirri í § 5 i lóg um skúlafyrisiting útgivnu kunngerð hevur Landsskúlaráðið
tillutað landsskúlastjóranum hesar uppgávur:
a) at hava yvirumsjónina við undirvísingarverkinum, sbr. § 7 í kunngerð um ta hægru
fyrisitingina av undirvísingarverkinum.
b) at staðfesta veruligar skú)a-/og undirvísingarætlanir, sbr. § 8 í kunngerð um ta hægru fyrisit-
ingina av undirvísingarverkinum.
c) at fráboða teimum lærarum v.m., sum Landsskúlaráðið hevur heimild at seta í starv, at fara
úr starvi eftir umsókn ella vegna aldur.
d) at avgera í øllum veruligum málum viðvíkjandi teimum, sum sett eru í størv innan
undirvísingarverkið, eftir nærri reglum, sum Landsskúlaráðið hevur útgivið, í tí vavi, henda
heimild ikki er givin myndugleikunum á staðnum ella leiðarum.
e) at góðkenna smærri byggingar og smávegis broytingar í teimum byggingum, sum
Landsskúlaráðið hevur góðkent.
0 at vera kærustovnur í teimum avgerðum, sum myndugleikarnir á staðnum, skúlin ella
stovnurin hava tikið.
2. stk. I teimum viðurskiftum, sum umrødd eru í 1. stk., kemur landsskúlastjórin í stað
Landsskúlaráðsins, og kunnu hansara avgerðir innan nevndu øki kærast til Landsskúlaráðið,
um ikki annað verður serliga ásett í kunngerð, sbr. §1,3. stk. í lógini.
3. stk. Kortini kann landsskúlastjórin, um so er, at eitt ávíst mál, sum er innan tey í 1. stk.
nevndu umráði, er av serstøkum týdningarmiklum slagi, skjóta avgerðina til Landsskúlaráðið.
Tað er bert landsskúlastjórin, ið kann taka avgerð um hetta.
§ 7. Landsskúlastjórin eigur við regluligum millumbilum at kunna landsstýrið um virksemið
innan undirvísingarverkið.
2. stk. Landsskúlastjórin eigur á hvørjum fundi í Landsskúlaráðnum at geva frágreiðing um
virksemið innan undirvísingarverkið.
3. stk. Umframt ta almennu upplýsing eiga tær í 1. og 2. stk. nevndu frágreiðingar somuleiðis
at fevna um eina frágreiðing um tær einstøku avgerðirnar, sum eru av meiri týdningarmiklum
slagi.
§. 8. Henda reglugerð kemur í gildi beinanvegin.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 2. januar 1980.
Hergeir Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)